11.002 eru kannað og eingin nýggjur tilburður

Tað er framvegis eingin føroyingur staðfestur smittaður við koronusmittuni. Hetta byggir á í alt 11.002 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronusmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

25 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 4.732 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.