info
Ongi úrslit

Annika og Nykøbing Falster eru fremst í bestu donsku hondbóltsdeildini

Pernille Brandenburg og Randers taptu í kvøld

Heri Simonsen
13. september 2022 kl. 22:25

Tveir føroyskir landsliðsleikarar vóru á vøllinum í kvøld í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen bjargaði einum brotskasti, og bjargaði tveimum av 11 málroyndum í opnum spæli, tá hon og liðfelagarnir í Nykøbing Falster vunnu 35-29 á Silkeborg/Voel á heimavølli.

Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 19-13. 

Kappingarneytin hjá Anniku, Cecilie Greve stóð í málinum hjá Nykøbing Falster størra partin av dystinum.

Sigurin merkir, at Nykøbing Falster er oddalið við átta stigum fyri fýra dystir.

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg kom á vikuliðið í bestu deildini fyri góða avrikið í undanfarna umfarinum.

Tó gekk ikki nakað serligt í kvøld, tá hon og liðfelagarnir í Randers taptu stórt 22-34 fyri Horsens á útivølli. Í steðginum var Horsens á odda 19-12.

Pernille skoraði tvey mál fyri Randers í kvøld.

Støðan: 

Nr. Lið: Dystir Stig
1 Nykøbing Falster  4 8
2 Odense  3 6
3 Ikast  4 6
4 Horsens  4 5
5 Team Esbjerg 3 4
6 København  3 4
7 Silkeborg-Voel 4 4
8 Aarhus United 4 4
9 Viborg HK 3 2
10 Randers HK 4 2
11 Ajax  3 2
12 Skanderborg 3 1
13 Ringkøbing 3 0
14 SønderjyskE 3 0

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

BK Häcken vann risastóran sigur á heimavølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gunnar Vatnhamar er klárur til 90 minuttir aftrat

4 tímar síðan
Tíðindi

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

5 tímar síðan
Fótbóltur

Højlund tryggjaði Danmark týðandi sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu krevur trygd­ar­kann­ing eftir álop í flogfari

5 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV tapti stórt men liggur enn til at vinna bronsu

5 tímar síðan
Tíðindi

USA tekur øll síni bumbuflogfør heim av flogstøð í Bretlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark vann og Noreg tapti

6 tímar síðan
Tíðindi

Trý val­evni á odda í Bosnia-Herse­govina

7 tímar síðan
Hondbóltur

Rannvá Olsen og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

7 tímar síðan
Tíðindi

Maður breyt knæið eftir bardaga

7 tímar síðan