info
Ongi úrslit

SMS: Rebekka Justinussen hevur skotið omanfyri 2.000 mál í bestu deildini

StÍF knógvaði eitt stig móti Stjørnuni. VÍF vann á EB

Rebekka Justinussen hevur skotið 2.011 mál í bestu hondbóltsdeildini (savnsmynd).
Heri Á. Simonsen
4. oktober 2026 kl. 15:45

Tveir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag.

Í høllini á Skála endaði tað við javnleiki 28-28 millum StÍF og Stjørnuna. Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum skoraði Bjørk Mariusardóttir fyri StÍF til støðuna 28-26 til heimaliðið. Men seinastu løtuna syrgdu Jancy J. Poulsen og Tóra Eliasen fyri, at Stjørnan javnaði til 28-28, og fekk eitt stig við sær til Klaksvíkar.

Veteranurin, Rebekka Justinussen var toppskjútti hjá StÍF við átta málum. Og ikki nóg mikið við tí. Rebekka hevur nú skotið 2.011 mál í bestu deildini. 11. mars í fjør rundaði Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli eisini tey 2.000 málini í bestu deildini. Tað gjørdi Rebekka farna vikuskiftið. Við góðari hjálp frá hondbóltshagtalsfrøðinginum, Ásbirni N. Nattestad hava vit fingið staðfest rætta talið av málum Rebekka hevur skotið í bestu deildini. Tøkk fái Ásbjørn fyri tað.

Tillukku skal ljóða til Rebekku frá okkum á in.fo við roysninum at skjóta omanfyri 2.000 mál í bestu deildini.

Annars var Sarah Spangsmand Madsen stórskjútti hjá Stjørnuni í dag við heili 13 málum.

Í høllini í Vestmanna fekk VÍF eina góða undansýning áðrenn leiðin gongur til Kosovo at spæla tveir dystir í European Cup. VÍF vann 32-26 á EB. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 17-13.

Amilia Agnarsdóttir var við sjey málum toppskjútti hjá VÍF. Við 10 málum var Nadja Pejovic toppskjútti hjá EB.

Stjørnan, VÍF og H71 hava seks stig hvør. H71 hevur tó bert spælt tríggjar dystir. Stjørnan hevur spælt seks dystir, meðan VÍF hevur spælt fimm dystir. Neistin hevur fimm stig og EB hevur fýra stig. StÍF hevur trý stig, meðan Kyndil á aftasta plássinum hevur tvey stig.

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í SMS-deildini:

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

20 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mentanin sleppur undan teimum størstu sparingunum

30 minuttir síðan
Tíðindi

Óheppið signal at Fólka­flokk­urin bakkar út

1 tími síðan
Tíðindi

NÚSTALGIA: Ein teaturkonsert eftir RIVA og AGGRASOPPAR

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Kasakstan fyri Moldova í okkara bólki

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Grønland ikki flutt seg á fullveldisleið við nýggju Trygdar- og verjuavtaluni

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi

2 tímar síðan
Tíðindi

Oyggjarnar við Kuba sæddar úr rúmdini

2 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti fyri Sameindu Arabisku Emirríkjunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Eingin játtan til at byggja Tjóðleikhúsið í 2027

3 tímar síðan
Tíðindi

Vrakleivdir av flogfari funnar í USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Handtikin aftur fýra tímar eftir leyslating

4 tímar síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro bresta saman í tøttum forsetavali

5 tímar síðan