Fimleikagalla var í Bylgjuni í Runavík í gjárkvøldið, og her vórðu fleiri fimleikarar heiðraðir.
In.fo fylgdi gongdini og kunngjørdi longu í gjárkvøldið fleiri av teimum, sum fingu heiður.
Onnur, sum fingu heiður, men sum ikki vórðu kunngjørd alment í gjár, fara vit leypandi at leggja út á In.fo í kvøld.
Um heiðurin "Ársins seria" verður sagt soleiðis:
Hon er væl skipað, og saman við drakt og tónleiki er talan um eina samansjóðaða eind, sum rúnarbindir áskoðaran.
Henda heild gjørdi, at liðið vann FM 2022. Tey, sum fingu heiðurin fyri Ársins seriu 2022 vóru smágenturnar Ara úr Ljósinum.
##med2##