info
Ongi úrslit

Árni Skaale hevur nýtt skeiv tøl um samstarv við russar

Tað vóru tøl frá Faroe Agency, sum livir av at samstarva við russar, ið Árni Skaale brúkti at greiða frá virðinum av russlandsavtaluni. Ráðið hevði givið honum onnur tøl

Eirikur Lindenskov
2. desember 2022 kl. 08:14

Tað segði Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við Dag og Viku í gjárkvøldið.
Hann sipaði til, sum hann hevur sagt fleiri ferðir, bæði í Føroyum og við útlendskar fjølmiðlar, at avtalan við Russland um fiskiskapin í Barentshavinum er verd 1,2 milliardir krónur ella fimm prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Kringvarpið hevur spurt Fiskimálaráðið um grundarlagið undir hesi meting og útsøgn hjá landsstýrismanninum. 
Men aðalstjórin sigur, at Fiskimálaráðið sum fakráð ikki stendur aftan fyri hesar útsøgnir hjá landsstýrismanninum. Aðalstjórin, Rógvi Reinert sigur eisini fyri Kringvarpinum, at landsstýrismaðurin hevur upplýsingarnar úr eini grein hjá Karl Erik Reynheim, sum er stjóri í Faroe Agency, sum livir av at samstarva við russar og sum eisini hýsir russiska konsulátinum í Føroyum. Hin stjórin í Faroe Agency, Maria í Akrabyrgdi, er russiskur konsul í Føroyum.
Les eisini: Ætla føroyingar nú at forða fyri flutningi av mati til fátøk?

Hans Ellefsen, búskaprfrøðingur, er ósamdur við útsøgnini hjá landsstýrismanninum. Og tað er júst Hans Ellefsen, sum hevur ráðgivið landsstýrismanninum, men honum hevur landsstýrismaðurin eftir øllum døma ikki valt at lurta eftir.
In.fo bað herfyri um innlit í búskaparfrágreiðingina, sum varð gjørd í sambandi við fiskivinnuavtaluna við Russland. Hon varð løgd fram á fundi, sum løgmaður hevði við floksformenn miðskeiðis í oktobermánaði.
Frágreiðingina høvdu Hans Ellefsen, Fiskimálaráðið, Djóni Højgaard, Fíggjarmálaráðið og  Flóvin Eidesgaard, Løgmansskrivstovan, gjørd. Men áðrenn vit innlitið varð latið Miðlahúsinum varð so nógv strikað út við svørtum, at einki sást um virðið á avtaluni.
Innslagið í Degi og Viku kann síggjast við at trýsta her
Skjøl úr búskaparfrágreiðingini, sum vit fingu, har alt um virðið er strikað út:

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

9 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

13 minuttir síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

2 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

3 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

3 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

3 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

4 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

4 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

5 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

5 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

6 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

6 tímar síðan