Beinir Johannesen: Jú, málini hanga saman

Fyrst í mánaðinum bleiv eitt mál á tingi beint aftur í nevnd. Talan var m.a. um málið um at veita Bústøðum eina hækkaða lániheimild á 350 mió. kr.

 

Samstundis, sum málið hevur ligið í Løgtinginum, so er ein frágreiðing gjørd um stovnin, har fleiri ivamál verða reist.

 

Millum annað vísir frágreiðingin, at Bústaðir ikki hevur langtíðarætlanir fyri virksemið. Løgtingsgrannskoðararnir stúra fyri fíggjarliga haldførinum hjá stovninum, og teir hava tískil biðið um eina langtíðar gjaldføris- og fíggjarætlan.

 

Landsstýriskvinnan segði við útvarpið, at hesi bæði málini eru hvør sítt mál. Hesum eri eg fullkomiliga ósamdur í.

 

Løgtingið skal vera so væl upplýst sum gjørligt, tá avgerðir skulu takast. Í hesum førinum er ivamál um fíggjarstøðu hjá stovni, ið vit skulu geva eina lániheimild upp á 350 mió. kr.. Tað hevði ikki verið ábyrgdarfult at givið hesa heimild, áðrenn allir spurningar eru svaraðir.

 

Vit kunnu samanbera hetta við eina støðu, har man skal hava eitt sethúsalán. Tá skal man veita trygd fyri, hvussu man fær goldið lánið aftur. Tað er púra sjálvsagt. Alt annað hevði verið ábyrgdarleyst.

 

Tí var tað púra rætt at beina málið aftur í nevnd, til svar fæst upp á teir spurningar, ið løgtingsgrannskoðararnir hava sett. Tí málini hanga saman.