Birgir Kruse fingið Nordbok virðislønina

Á eini hugnaløtu í Norðurlandahúsinum seinnapartin týsdagin fekk Birgir Kruse handað Nordbok?s litteraturpris 1998 fyri arbeiði sítt fyri norðurlendskari mentan við sendingini »Á vetrarbreytini«

Týsdagin var skipað fyri hugnaløtu í Norðurlandahúsinum í Havn í samband við at Brigir Kruse fekk handað »Nordbok?s journalistpris 1998«.

Fitt av fólki var komið saman fyri at heiðra Birgiri og fyri at geva tiltakinum ein serligan dám var gentukórið hjá Paula í Sandagerði við í tiltakinum.

Og hugnaligt var tað. Hanus Andreasen beyð gestunum og virðislønarmóttakaranum vælkomnum og síðan tók kórið hjá Paula í Sandagerði yvir.

Brigir Kruse fær blaðmannavirðisløn Nordbok?s fyri sítt serstaka arbeiði fyri norðurlendskari mentan við sending sínari »Á vetrarbreytini«.

Í handanarrøðuni segði Thomas Rönström, formaður í Nordbok, at Birgir Kruse hevur gjørt eitt merkisvert arbeiði fyri norðurlendskum bókmentum og at sendingin avspelgar tann fagurbókmentaliga heimin.

? Lurtararnir hava fingið frágreiðing um hvat tað er sum fer fram á norðurlendska økinum innan prosa og poesi, segði Thomas Rönström.

Birgir hevur gjørt nógv burturúr at fáa kendar norðurlendskar høvundar at vera við í sendingini. Kendir virðislønarmóttakarar sum Dorrit Willumsen, Einar Mar Guðmundsson og Nils Aslak Valkeapää hava verið við. Astrid Lindgren, sum bæði gomul og ung, um øll norðurlond, kenna so væl hevur eisini við í sendingini.


Áhugaverd sending fyri lurtararnar

Um sendingina sum heild segði Thomas Rönström at Birgir ikki bara hevur gjørt eina innihalds- og læruríka sending.

? Hann hevur gjørt eina sending sum áhoyrararnir fegnast um. Hann gongur upp í evnið hann viðger, er væl fyrireikaður, dugir væl at seta dagsskránna í sendingini við evnum sum eru aktuel og hartil er hann fyrimyndarliga pedagogiskur.


Fyrsti føroyingurin sum vær heiðurin

Birgir Kruse er fyrsti føroyingur, sum fær virðislønina frá Nordbok.

Thomas Rönström segði í røðu sínari millum annað, at virðislønin verður latin fyri eitt journalistiskan avrik, sum fremur áhugan fyri og kunnleikan um norðurlendskar bókmentir í einum ella fleiri av »málumráðunum« hjá Nordbok.

? Tí kenst tað upplyftandi at koma ferðandi úr Stockhólmi, sum liggur í eysturkantinum í norðurlondum, til Havnar, miðpunktið í útnorði, at handa eina virðisløn sum hesa.

? Og serliga stuttligt er tað at virðislønin verður latin einum móttakara, sum hevur hana so inniliga uppiborið, segði Thomas Rönström, formaður í nevndini fyri Norbok.


Heiðurskjal og

ferðastipendium

Tá formaðurin í Nordbok var liðugur við røðu sína bað hann Birgir Kruse koma upp fyri at taka ímóti virðislønini, sum er eitt skjal sum sigur, at móttakarin av »Nordbok?s journalistpris 1998« eitur Birgir Kruse frá Útvarpi Føroya.

Saman við heiðurinum fylgir eitt ferðastipendiat uppá 25.000 krónur. Fyri hesa upphædd kann Birgir fara út at ferðast, men hvaðar hann fer og nær er enn ikki avgjørt.