info
Ongi úrslit

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

Illgruni um valsvik í Dalarna kann í ringasta føri føra til umval til svenska ríkisdagsvalið fyri alla valdømið.

Eirikur Lindenskov
21. september 2026 kl. 18:57

223.713 fólk hava valrætt í Dalarna, og umleið 190.000 teirra atkvøddu á ríkisdagsvalinum. Nú verður kannað, um ólóglig ávirkan kann hava havt týdning fyri úrslitið í valdøminum.

Málið snýr seg um umstøðurnar kring, hvussu Mohamed Abdukardir Ali úr Vänsterpartiet varð valdur inn í Riksdagin. Ein ákæri kannar málið, og sambært Aftonbladet er illgruni um brot í sambandi við valið.

Andreas Johansson Heinö, stjórnmálafrøðingur, sigur við Aftonbladet, at um møgulig valsvik hava havt slíkan týdning, at úrslitið ikki kann rættast á annan hátt, kann talan verða um umval í øllum valdøminum.

– Um eg lesi lógina rætt, skal umval vera í valdøminum, um svikið ikki kann rættast á annan hátt, sigur hann.

Men tað er langt frá avgjørt, at so verður.

Erik Wångmar, stjórnmálafrøðingur við Linnéuniversitetið, vísir á, at um málið bara snýr seg um persónligar atkvøður til eitt ávíst valevni, er ivasamt, um tað hevði ført til umval.

Um kanningin hinvegin vísir, at ólóglig ávirkan eisini hevur havt týdning fyri, hvønn flokk fólk hava valt, kann støðan verða ein onnur. Í einum slíkum føri metir hann, at eitt møguligt umval kundi verið hildið á vári ella summar 2027.

Málið verður viðgjørt í tveimum ymiskum sporum. Annað er revsirættarliga kanningin hjá ákæruvaldinum, hitt er ein møgulig kæra til svenska Valprövningsnämnden, sum kann taka støðu til, um valið skal ógildast heilt ella partvíst.

Sambært svenskari vallóg kann Valprövningsnämnden áseta umval, um óreglusemi ella ólóglig ávirkan hevur verið í sambandi við valið, og mistakið ikki kann rættast á annan hátt.

Kelda: Aftonbladet/TT

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

18 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

1 tími síðan
Tíðindi

Blindur maður koyrdi rúsaður 240 kilometrar

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark: NATO skal hava størri ábyrgd av trygdini í Arktis

2 tímar síðan
Tíðindi

Partabrøv í Grønlandi fóru til himmals eftir nýggja USA-avtalu

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til 07 Vestur

3 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðaøkið á Lygnnesi boðið út av nýggjum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ólógligt at taka pengar fyri at sleppa á Slættaratind

4 tímar síðan
Tíðindi

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

4 tímar síðan
Tíðindi

Fordøma russiskum vali í hersettum ukrainskum økjum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til HB og fýra stig til AB

5 tímar síðan
Tíðindi

Tann ógreinandi tilveran, tann stóra gloymskan og lendið í minninum

6 tímar síðan