Eftir at hava drukkið ríkiligt av víni, fór ein blindur maður út á motorvegin at koyra. Hetta hendi í Onglandi, og ætlanin hjá manninum var at koyra ímóti Skotlandi.
Tað var mitt á nátt, at bretska løgreglan legði merki til bilin, sum koyrdi rættiliga óstøðugt á vegnum - úr aðrari síðu á koyribreytini og yvir í hina.
Aftanfyri róðrið sat ein maður í 50-unum, sum er skrásettur at vera blindur. Hann hevði kenning, og hevði hvørki koyrikort ella trygging.
Bilin hevði hann stolið frá sambúgva sínum, veit BBC at siga. Tá maðurin varð steðgaður av løgregluni, hevði hann koyrt heilar 240 kilometrar.
Løgreglan steðgaði manninum á motorvegnum M6 í Cumbria í útnyrðingspartinum av Onglandi.
Tá løgreglan spurdi, hvussu hann hevði megnað at funnið vegin, segði hann, at hann - hóast hann er blindur - kundi hóma ljós. Hann hevði fylgt eftir reyðu bakljósunum á einum lastbili.
Ta einu løtuna hevði hann koyrt fram við lastbilinum og noyddist tá at finna sær eitt annað ljós at koyra eftir.
Á vegnum hevði hann eisini bunkrað bilin, og tá hevði hann fingið onkran á støðini at hjálpa sær at fylla tangan.
Í rættinum kom fram, at hann og sambúgvin høvdu drukkið fýra fløskur av víni, áðrenn maðurin stjól bilin og fór út at koyra.
Eftir at tey bæði vóru farin at keglast heima, setti blindi maðurin sær fyri at koyra við kós móti Skotlandi.
Løgreglan steðgaði manninum umleið klokkan 01.45 hin 29. juni.
Tað var undrunarvert, at eingin var komin til skaða á túrinum, og dómarin helt tað vera heilt ótrúligt, at maðurin hvørki hevði gjørt skaðar á fólk, ei heldur á bilin.
Verjin hjá manninum lýsti hin blinda sum ein mann, ið var í trupulleikum, tá hann setti seg aftanfyri róðrið á bilinum.
Tá maðurin í 50-unum møtti í rættinum, har hann skuldi fáa dómin, var hann í sólbrillum og hevði blindastav.
Hann viðurkendi, at talan hevði verið um vandamikla koyring, koyring við ongum koyrikorti og ongari trygging, og hann viðgekk eisini at hava stolið bilin.
Dómarin dømdi mannin í 36 vikur treytað fongsul við einari royndartíð á 18 mánaðir. Haraftrat varð hann dømdur koyriforboð í eitt ár.
- Heldur maðurin seg á røttu síðuni av lógini í royndartíðini, sum dómarin álegði honum, sleppur hann frá at sita, veit BBC at siga.