Bøndur á veg til Havnar við traktorum

Koyra úr Klaksvík til Havnar við traktorum at mótmæla uppskotinum um burðardygga ferðavinnu

savnsmynd

Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi sigur, at tað eru Bóndafelagið, Útoyggjafelagið og Óðalsfelagið, sum skipa fyri tiltakinum, sum verður gjørt fyri at vísa sína ónøgd við uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðardygga ferðavinnu.

Koyrt verður gjøgnum Sundalagið til Havnar, og ferðin fer at taka eina løtu, tí ferðin fer at liggja um 45 kilometrar um tíman.

Í Havn verður steðga við Tinghúsið, tó at tað ikki verður skipað fyri nøkrum mótmælistiltaki sum so, so væntar Jóhannus Kallsgarð, at høvi verður til prát.

 

savnsmynd