Bráðtíðindi Vit skulu gevast at fiska tosk undir Føroyum

Hetta eru døpur tíðindi, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

##med2##

 

Hesi bæði næstu árini skulu vit ikki fiska tosk undir Føroyum, yvirhøvur. Hesi skelkandi tíðindi komu frá Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, í dag. Stovnurin er nú komin við tilmælunum um, hvussu nógv vit eiga at fiska av toski, hýsu og upsa undir Føroyum. 

 

ICES mælir til, at toskur ikki verður fiskaður undir Føroyum yvirhøvur hesi bæði næstu árini. ICES sigur, at gýtingastovnurin av toski undir Føroyum er so lítil, at tað er ikki væntandi at hann kemur upp um minstamarkið hesi bæði næstu tvey árini.

 

Tað sær frægari út við hýsuni, tí næsta ár mælir ICES til, at vit fiska í mesta lagi 11.853 tons av hýsu undir Føroyum og tað eru 37 prosent meiri enn í ár. ICES mælir eisini til, at vit fiska í mesta lagi 17.843 tons av upsa næsta ár. Hetta eru 52 prosent minni enn í ár og tað er tí at upsastovnurin er minni enn áður hildið.

 

Hinvegin mælir havgranskingarstovnurin eisini til, at vit ikki fiska meiri enn 78 tons av toski á Føroya Banka um árið næsta ár, og 2024.

 

– Hetta er fyrstu ferð síðan 2007, at ICEC mælir til at fiska tosk á Føroyabanka. Hesi seinstu árini hevur toskastovnurin verið í vøkstri, og er hetta orsøkin til, at ICES mælir til eina varliga veiðu eftir toski á Føroyabanka.

 

Hetta eru ring døpur fyri okkum, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr tað fyrstu reaktiónina frá landsstýrismanninum til tilmælini frá ICES. Tað var Árni Gregersen sum hitti hann á FM1.