info
Ongi úrslit

Bulur skal byggja nýggjan dagstovn á Sandi

Á løtuni í kvøld, tá sáttmálin varð undirskrivaður, var ábit, smyrjibreyð, kaffi og te, og góður hýrur var á fólki.

Vilmund Jacobsen
15. februar 2024 kl. 20:22

Í kvøld hava Sands kommuna og byggifyritøkan P/F Bulur á Signabø undirskrivað sáttmála um bygging av nýggjum dagstovni á Sandi. Barnagarðurin skal byggjast á nýplaneraða lendinum á Ryggi, beint við nýggjastu útstykkingina hjá Sands kommunu. 
Tað entreprenørfyritøkan, J&K Petersen, sum hava staðið fyri lendisarbeiðnum til nýggja barnagarðin. J&K Petersen hava eisini staðið fyri nýggju útstykkingini á Ryggi, har umleið 30 grundstykki skjótt kunnu seljast – planerað og klár at byggja á.
Barnagarðurin er teknaður, og næsta stigið hjá Sands kommunu verður at fáa byggiloyvi til barnagarðin upp á pláss, nú sáttmálin er undirskrivaður.

Nýggi stovnurin verður stívliga 900 fermetrar stórur, og haraftrat kemur økið, sum verður uttan um stovnin. Her verður pláss fyri umleið 100 vøggustovu-og barnagarðsbørnum.
Tað fer at taka umleið 14 mánaðir at byggja dagstovnin, sum ætlandi verður tikin í nýtslu beint eftir summarfrítíðina næsta ár.
Verandi barnagarður á Teigum á Sandi er vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi, men í nýggja stovninum verða umstøðurnar tær bestu ið hugsast kunnu. Sambært sáttmálanum fer dagstovnurin at kosta góðar 22 miljónir krónur.
Á løtuni í kvøld, tá sáttmálin varð undirskrivaður, vóru umboð fyri bygdarráðið, starvsfólk í barnagarðinum og foreldraumboð. Her var ábit, smyrjibreyð, kaffi og te, og góður hýrur var á fólki, nú sáttmálin er undirskrivaður, og ein nýggjur barnagarður á Sandi er beint hinumegin hornið. 

Myndirnar tók Bjarki Henriksen.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk


 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Atli: Fara fyrst og fremst eftir avrikinum (VIDEO)

0 minuttir síðan
Tíðindi

Hagen Vinter við vetrarútgávu

31 minuttir síðan
Tíðindi

Pochettino tekur við í Manchester United

1 tími síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard vil viðgera rundkoyring á Strondum

1 tími síðan
Tíðindi

Iran lopið á amerikanskan radara í Bahrain

3 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er norski hópurin Føroyar møta 26. november

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fara at gera felags verjuavtalu

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

5 tímar síðan
Tíðindi

Selja listarverk úr savninum hjá Føroya Banka

6 tímar síðan
Tíðindi

Nógvur roykur úr bili sunnan fyri Hósvík

6 tímar síðan
Tíðindi

Ukrainskar dronur drupu fýra fólk í Russlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Handa Michel­in-stjørn­ur í Havn næsta ár

6 tímar síðan