Tað sigur danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard sambært DR Nyheder.
Danska løgreglan fer tí at styrkja eftirlitið við Øresund-tokunum, og økt eftirlit verður eisini við nummarplátunum á bilum, sum ferðast um markið.
Orsøkin til herda eftirlitið eru teir nógvu skottilburðirnir í Danmark, har svenskir ríkisborgarar hava verið uppíblandaðir.
Peter Hummelgaard hevur kalla tað eitt “ræðandi fyribrigdi”, at danskir kriminellir bólkar leiga ungar sviiar at “gera skitna arbeiði fyri seg”.
– Hesum vilja vit snøgt sagt ikki finna okkum í, sigur danski løgmálaráðharrin.