Elbilaframleiðarin Tesla og rúmdarfelagið SpaceX eru farin undir formligar samrøður um at leggja feløgini saman.
Tað váttaði Elon Musk, stjóri í báðum feløgunum, á einari telefonráðstevnu við íleggjarar týsdagin, skrivar Reuters.
Sambært Musk hava feløgini sett serligar nevndir við óheftum nevndarlimum at viðgera eina møguliga samanlegging. Nevndirnar eru settar eftir áheitan frá partaeigarunum, sum eisini skulu góðkenna eina møguliga avtalu.
– Eg haldi, at tað hevði verið eitt gott hugskot, men tað er í veruleikanum upp til serligu nevndirnar í báðum feløgunum, segði Musk.
Hetta er sambært Reuters fyrstu ferð, at tað alment verður váttað, at feløgini formliga viðgera eina samanlegging.
Musk hevur áður nevnt møguleikan fyri partaeigarunum og víst á, at virksemið hjá feløgunum í vaksandi mun skarar saman.
Sjálvur kann hann ikki vera við í viðgerðini hjá nevndunum, tí hann hevur áhugamál í báðum feløgunum.
– Av tí at eg eri partur í málinum og tí ikki óheftur, kann eg ikki sjálvur taka lut í viðgerðini hjá nevndunum, segði hann.
Síggja fyrimunir við samstarvi
Musk heldur, at nógv er at vinna við at samstarva um menning av ritbúnaði til háframkomið vitlíki, sniðgeving av flísum, robottøkni og rúmdaruppskjótingar í stórum tali.
Hann nevndi eisini Terafab, sum er felags verkætlanin hjá Tesla og SpaceX at framleiða flísar (chip).
Eftir ætlan verður fyrsta royndarflísin framleidd í mai ella juni næsta ár. Málið er at koma upp á fulla framleiðslu í triðja ársfjórðingi í 2028, segði Musk.
Hann legði tó dent á, at tað er ov tíðliga at rokna við, at samanleggingin verður veruleiki. Nevndirnar eru enn ikki samdar um treytirnar, og tað er óvist, um tær nakrantíð verða tað.
Sambært Reuters eigur Musk nærum ein fimtapart av Tesla og beint undir helvtina av SpaceX.
Kelda: Ritzau/Reuters