info
Ongi úrslit

Aftur í gjár: Níggju fingu bót og klipp á Vaglinum

Løgreglan tók í gjár níggju bilførarar fyri at koyra móti ferðslurætninginum á einsrættaða vegnum á Vaglinum í Havn.

Eirikur Lindenskov
21. oktober 2026 kl. 07:45

Eftirlitið var frá klokkan 9.50 til 11.50, og teir níggju bilførararnir fingu allir bót og klipp í koyrikortið.

Millum bilførararnar var eisini útlendingur. Hann fekk straksbót, sum skuldi rindast, áðrenn teir sluppu víðari.

Orsøkin til mongu ferðslógarbrotini er uttan iva tann, at atkomuviðurskiftini til Vaglið – gamla kommunuskúlagarðin – eru broytt við tað, at Tinghúsvegurin er stongdur við Løgtingið. Einasti vegur at koyra oman eftir gongugøtuni hevur verið oman gjøgnum Sverrisgøtu frá Tinghúsvegnum. Men meðan Tinghúsvegurin er stongdur vegna umvælingararbeiðið av umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum, so kann bara koyrast til gongugøtuna frá Sverrisgøtu úr hinum endanum – úr Tórsgøtu við handilin hjá Kissa. Tað vil siga, at ferðslan skal koyra niðan eftir Sverrisgøtu úr Tórsgøtu. Ein leið, sum hevur verið einsrættað omaneftir í eitt mannaminni.Av tí at Tinghúsvegurin er stongdur við Løgtingið, so ber ikki til at sleppa inn á Vaglið sunnanífrá. Helst er tað orsøkin til, at fleiri bilførara »snýta« og koyra framvið Havnará niðan á Vagli av Áarvegnum ella Mylnugøtu. Einasti vegur at koyra inn á Vaglið er, um tú fert úr Tórsgøtu og niðan eftir Sverrisgøtu við handilin hjá Kissa. Har hevur ferðslan í eitt mannaminni verið einsrættað omaneftir

Men hjálpir lítið upp á tað, at tú skal akta ferðslureglanar – og koyrir tú ímóti ferðslurætninginum, so er revsingin púra greið: Klipp í koyrikortið og bót.

Umleið klokkan 14 í gjár tók løgreglan sær eisini av einum ávirkaðum persóni, sum ikki megnaði at klára seg sjálvur. Viðkomandi varð settur í klivan at sova rúsin av sær, men fekk onga bót.Tinghúsvegurin er stongdur næsta mánaðin vegna umvælingararbeiðið á umsitingarbygningin hjá Løgtinginum

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Witkoff komin til Russlands at hitta Putin

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Birna Mikkelsen var besti leikarin í september

2 tímar síðan
Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

8 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

9 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

9 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

9 tímar síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

10 tímar síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

10 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

10 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

11 tímar síðan
Tíðindi

Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið

11 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið ímóti kommununum

11 tímar síðan