Húski við lágum inntøkum og avmarkaðari ogn skulu fáa møguleika at søkja um 5.000 krónur aftrat í orkuískoyti í ár.
Tað er endamálið við einum lógaruppskoti, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna, legði fyri Løgtingið týsdagin.
Verður uppskotið samtykt, kann orkuískoyti veitast tvær ferðir í 2026 við 5.000 krónum í hvørjum umfari. Húski, sum lúka treytirnar í báðum umførum, kunnu sostatt fáa tilsamans 10.000 krónur í ár.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður víst á, at hækkandi brennievnisprísir raka fíggjarliga sperd húski meint. Sambært uppskotinum er dieselprísurin í oktober umleið 60 prosent hægri enn í oktober í fjør.
Fyribils skipanin við mvg-stuðli til bensin og diesel endaði 31. juli. Landsstýrið vil nú málrætta hjálpina til húski, sum hava avmarkaðar møguleikar at bera øktu útreiðslurnar.
Øll skulu søkja av nýggjum
Ætlanin er, at umsóknarfreistin í seinna umfarinum verður 25. november.
Nýggj umsókn skal latast Almannaverkinum, eisini um húskið fekk orkuískoyti fyrr í ár. Hinvegin er tað ikki ein treyt at hava fingið ískoyti í fyrra umfarinum fyri at fáa í seinna.
Almannaverkið skal meta um rættin til ískoytið eftir viðurskiftunum hjá húskinum, tá nýggja umsóknin verður móttikin.
Inntøku- og ognarmørkini verða ikki broytt. Inntøkugrundarlagið hjá húskinum kann í mesta lagi vera 300.000 krónur, og inntøkan hjá øllum vaksnum á bústaðnum telur við.
Hjá húskjum við einum ella tveimum vaksnum er ognarmarkið 50.000 krónur. Eru trý ella fleiri vaksin í húskinum, er markið 70.000 krónur. Ogn fevnir í hesum sambandi um innistandandi í peningastovni og virðisbrøv, tó við ávísum undantøkum.
Tað er hvørki ein treyt at hava børn ella at hita bústaðin við olju. Húskið skal heldur ikki skjalprógva ávísar orkuútreiðslur.
Ætla at viðgera umsóknir áðrenn jól
Úti við 400 húski fingu orkuískoyti í fyrra umfarinum í ár. Væntað verður, at umleið sama tal fær ískoyti í seinna umfarinum.
Eyka útgjaldið verður tí mett at kosta landskassanum umleið tvær milliónir krónur. Sambært uppskotinum er rúm fyri útreiðsluni á verandi játtan til familjuískoyti, og tí verður ikki tørvur á eykajáttan.
Uppskotið hevur ikki verið til ummælis. Landsstýrið grundgevur við, at hjálpin skal koma skjótt, og at umsóknirnar skulu kunna viðgerast áðrenn jól.
Talan er um eina eyka veiting í 2026. Uppskotið leingir ikki skipanina til komandi ár.