info
Ongi úrslit

Búskaparráðið: Mót­rokn­ing í fólka­pen­sjón­ini átti at ver­ið herd

Allir føroyingar, sum hava A-inntøku rinda nú 12% í eftirløn. Eitt endamál við tvungnu eftirlønaruppsparingini var at gera tað møguligt at mótrokna í fólkapensjónini, so almennu útreiðslurnar til fólkapensjón verða minni í framtíðini. Hetta ger fíggjarpolitiska haldførið betri.

Eirikur Lindenskov
21. oktober 2026 kl. 09:13

Lógin um tvungna eftirlønaruppsparing var samtykt í 2013, við gildi frá 2014. Hon inniber, at allir løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi og allir móttakarar av almannaveitingum sum koma í staðin fyri løn, skulu gjalda til egna eftirløn. Inngjaldið varð 1% at  byrja við og er nú í 2026 komið upp á 12%.

Eitt endamál við tvungnu eftirlønaruppsparingini er at gera tað møguligt at mótrokna í fólkapensjónini, so almennu útreiðslurnar til fólkapensjón verða minni í framtíðini.

Fyri ein miðal løntakara, sum hevur spart 12% av síni inntøku upp yvir eitt fult arbeiðslív, svarar árliga útgjaldið av egineftirlønini til 70% av árligu inntøkuni undan pensjónsaldur, og tá verður undir verandi skipan mótroknað í fólkapensjónini soleiðis, at umleið helvtin er eftir. Um 40 ár og frameftir, tá ið øll hava spart 12% av síni inntøkuni upp til egineftirløn gjøgnum eitt fult arbeiðslív, fara almennu útreiðslurnar til fólkapensjón sostatt niður í eina helvt, og tað bøtir um haldførisávísan við 1 prosentstigi. Mótrokningin bøtir um haldførið, tí pensjónistarnir harvið í størri mun liva av síni egnu pensjón.

Viðmælt verður vanliga, at samlaða eftirlønin, ið ein hevur at liva av sum pensjónistur, skal svara til 50% - 80% av inntøkuni í árunum undan pensjónsaldur, um sama livistøði skal varðveitast í pensjónstilveruni. Spyrjast kann tískil um tað er neyðugt, at útgjøld frá egineftirløn, sum svara til 70% av inntøkuni undan pensjónsaldur, skal elva til, at pensjónisturin móttekur hálva fólkapensjón. Ein so mikið stór egineftirløn røkkur nevniliga til at fíggja alla inntøkuna, sum ein skal liva av sum pensjónistur, og tað kann tí forsvarast, at mótrokna enn harðari í fólkapensjónini. Politisku myndugleikarnir eiga tí at halda fast í mótrokningini og herða hana. 

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil lata lág­inn­tøku­húskj­um 5.000 krónur aftrat

36 minuttir síðan
Tíðindi

Tesla og SpaceX kunnu verða løgd saman

1 tími síðan
Tíðindi

Witkoff komin til Russlands at hitta Putin

1 tími síðan
Tíðindi

Aftur í gjár: Níggju fingu bót og klipp á Vaglinum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Birna Mikkelsen var besti leikarin í september

3 tímar síðan
Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

10 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

10 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

10 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

10 tímar síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

11 tímar síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

11 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

12 tímar síðan