info
Ongi úrslit
© Obtained By Reuters/Reuters
Steve Witkoff, vinstrumegin, kemur til Sankta Pætursborg, har russiski sendimaðurin Kirill Dmitrijev tekur ímóti honum

Witkoff komin til Russlands at hitta Putin

Kríggið í Ukraina verður høvuðsevnið, tá amerikanski serligi sendimaðurin Steve Witkoff og Vladimir Putin hittast í Sankta Pætursborg í dag.

Eirikur Lindenskov
21. oktober 2026 kl. 08:37

Steve Witkoff, serligi sendimaðurin hjá USA, er í morgun komin til Sankta Pætursborg í Russlandi. Tað skrivar russiska ríkistíðindastovan Tass.

Har skal hann hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í Konstantin-høllini. Sambært Jurij Usjakov, ráðgeva hjá Putin, verður fundurin fyrrapartin.

– Samráðingar um stríðið í Ukraina eru sjálvandi høvuðsevnið á fundinum í dag, sigur Usjakov við Tass.

Konstantin-høllin varð bygd í 1700-talinum og verður í dag nýtt til almenn endamál.

Witkoff var týsdagin í Oslo, har hann hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevur lýst tann fundin sum jaligan.

– Við hesum hugskotunum kann hann nú fara til Sankta Pætursborg og leggja tey fram fyri Russlandi. So fáa vit at síggja, um vit kunnu koma nakað áleiðis, hevur Rubio sagt sambært tíðindastovuni AFP.

Jared Kushner, sum eisini er serligur amerikanskur sendimaður, væntast at luttaka á fundinum við Putin umvegis netsamband. Tað sigur ein amerikanskur embætismaður við AFP.

Aftur til Oslo eftir fundin

Eftir vitjanina í Russlandi skal Witkoff eftir ætlan aftur til Oslo. Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, við NRK.

– Tað verður helst ein fundur á flogvøllinum, hugsi eg. Væntanin er, at vit fáa eina frágreiðing um fundin. Eg haldi, at vit kanska eru komin í eina støðu, har russar eisini leita eftir diplomatiskum møguleikum, sigur Støre.

Á fundinum í Oslo týsdagin vóru eisini umboð fyri Frakland, Bretland, Týskland, Pólland, ES og Nato.

Viðurskiftini millum Ukraina og USA hava verið spent, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt eina avtalu við Russland um diesel og hevur borið fram atfinningar móti Zelenskyj.

Eftir fundin í Oslo segði Zelenskyj, at amerikansku ávaringarnar til Ukraina um ballistisk rakettálop aftur virka.

– Tað er sera týdningarmikið fyri fólkið, tí so vita vit, nær russisku ballistisku rakettirnar koma, skrivaði ukrainski forsetin á X.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Búskaparráðið: Mót­rokn­ing í fólka­pen­sjón­ini átti at ver­ið herd

11 minuttir síðan
Tíðindi

Tesla og SpaceX kunnu verða løgd saman

21 minuttir síðan
Tíðindi

Aftur í gjár: Níggju fingu bót og klipp á Vaglinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Birna Mikkelsen var besti leikarin í september

3 tímar síðan
Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

9 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

9 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

10 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

10 tímar síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

10 tímar síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

11 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

11 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

11 tímar síðan