Fyrr í dag skrivaði in.fo, at Dómarafelagið hevði boðað Fótbóltssambandinum frá, at dómararnir nokta at døma við Løkin í Runavík, um viðurskiftini hjá dómarunum ikki verða broytt. Nú hevur Dómarafelagið fingið garanti fyri trygdini, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen, formaður.
- Eg kann vátta, at vit hava fingið garanti frá Fótbóltssambandinum og NSÍ, at trygdin er í lagi til dystin fríggjadagin. Tí er dysturin fríggjakvøldið móti 07 Vestur ikki í vanda, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen í stuttari viðmerking við in.fo.
Útspælið hjá Dómarafelaganum er eitt eftirspæl frá ógvusligu hendingini fríggjakvøldið, tá ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, legði á dómaran. Fyrst á vøllinum stutt eftir dystarlok og seinni inni í Bylgjuni, har dómararnir skifta.
Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbótbóltssambandinum, sigur við Dimmalætting, at hann fyribils ikki hevur ein viðmerking. Kári á Høvdanum, dómarin í dystinum, sigur at hann hevur fingið eina umbering, men vísur á at hetta var als ikki í lagi.
Formaðurin í NSÍ, Karstin Joensen, nýtti ikki høvi at biðja um umbering fyri hendingina, men heldur at leggja eftir vánaligu dømingini í dystinum, sum dómaraleiðarin, Lassin Isaksen, ikki kendi seg aftur í.
Fríggjadagin klokkan 17 skal NSÍ spæla móti 07 Vestur við Løkin.