info
Ongi úrslit

Drukkin maður órógvaði ferðafólk

Løgreglan mátti koma til hjálpar

Eirikur Lindenskov
18. september 2023 kl. 07:38

Um hálvgum sjey tíðina í gjárkvøldið ringdi eina ferðamaður á politistøðina at biða um hjálp. Hann leigaði ein Airbnb bústað í miðbýnum í Havn. 
Orsøkin var, at ein sera drukkin maður var komin á dyr, og ferðafólkini fingu hann ikki útaftur.
Ein patrulja frá løgregluni fór á staðið og fekk mannin á dyr. Tað vísti seg, at hann var farin á skeivar dyr.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið sera friðarligt hjá løgregluni.
Men leygarmorgunin boðaði onkur frá, at kvinnuskíggj hoyrdist yvir við Strond í Havn. Løgreglan fór á staðið og kundi staðfesta, at tað hoyrdust kvinnuskríggj. Men her var kortini eingin vandi á ferð, tí tað vóru nøkur ungfólk sum hugnaðu sær við eini reiggju – og eftir øllum at døma var ov nógv ferð á hjá ungu kvinnuni.
Leygarmorgunin um níggjutíðina fór eisini ein alarmur í gongd á eini alistøð norðan fyri Fjall. Men tað vísti seg skjótt, at tað var falskur alarmur. Men meðan hetta stóð uppá, vóru tunlarnir stongdi, so neyðsendarakfør kundu koyra frítt. Men tað lótu skjótt uppaftur, tá tað vísti seg at vera falskur alarmur.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Krabba­meins­fel­ag­ið bið­ur fyri fyrstu ferð um stuð­ul á fíggjar­lógini

8 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri stjórnarhermenn dripnir í houthi-álopi á hernaðarlegu

11 minuttir síðan
Tíðindi

Frá sjúkrahúsverki til universitetssjúkrahús

15 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur

1 tími síðan
Tíðindi

Eingin lodnuveiða í Barentshavinum - triðja árið á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Bjóða tilflytarum til kunningarfund á Kambsdali

2 tímar síðan
Tíðindi

Í dag byrjar SkíggjaSunn

2 tímar síðan
Tíðindi

Vestmanna vil hava fyri­reik­ing av tunli lidna næsta ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Venjing verður í Eystur­oyar­tunli­num í kvøld

3 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ - trý stig til B68

3 tímar síðan
Tíðindi

Uppihaldsloyvi hjá ukrainum verða longd

3 tímar síðan
Tíðindi

Gandar við føroyskum rávørum á Katrinu Christiansen

3 tímar síðan