info
Ongi úrslit

Evropeisk ferðavinnuráðstevna í Havn

Í døgunum 30. septembur til 2. oktobur verður Visit Tórshavn vertur fyri stórari evropiskari ferðavinnuráðstevnu í Silo í Havn

Nanný Toftegaard
5. september 2025 kl. 11:54

Tað er nevnliga City Destination Alliance, eisini nevnt CityDNA, sum hevur valt Tórshavn sum miðdepil fyri heystráðstevnuna við heitinum ‘Refreshed City Perspectives – reshape, rebalance, reignite’.

“Hetta er ein serstakur møguleiki at vísa Tórshavn og allar Føroyar fram fyri nøkrum av fremstu aktørunum innan býarferðavinnu í Evropa og eitt upplagt høvi hjá føroyingum, sum arbeiða við ferðavinnu ella ferðavinnupolitikki at hoyra frá serfrøðingum innan økið og at koma í samband við møguligar samstarvsfelagar”, sigur Annika Lisberg, virkandi stjóri fyri Visit Tórshavn.

Um CityDNA
CityDNA er eitt evropiskt netverk av býum og bygdum, og virka tey fyri, at býir skulu vera fevnandi, tryggir, stinnir og burðardyggir, sum er í tráð við 11. heimsmálið hjá ST. “Hetta við, at borgarin á staðnum fyrst og fremst skal trívast, um tann ferðandi gesturin skal trívast, er nakað, sum fyllir nógv á ráðstevnuni. Nýggja rákið innan ferðavinnuna er nevnliga, at tað er borgarin og nærsamfelagið sum fyrst og fremst skal hava ágóðan av broytingum og menningini í einum býi ella bygd, og kann ferðavinnan síðan fáa ágóðan av hesum, heldur enn umvent – hesi ganga hond í hond”, sigur Annika.

Vitlíki, eisini í ferðavinnuni
Nýggj rák, varveitan av sermerktum økjum og samstarv við nærøkið eru høvuðsyvirskriftirnar, og verða tað meiri enn 30 fyrilestrar og verkstovur á heystráðstevnuni. Eitt nú verður nógv umtalaða vitlíki, ella AI, eisini eitt evni á ráðstevnuni, “Vitlíki er nakað, sum vindur uppá seg, eisini innan ferðavinnuna, og verður spurningur settur við, hvussu hetta ávirkar arbeiðið hjá eitt nú kunningarstovum, týdningin av heimasíðum og so framvegis”, greiðir Annika frá og sigur, at tað bæði vera fyrilestrar og verkstovur á ráðstevnuni, har ein beinleiðis kann læra at arbeiða við vitlíki.

Tórshavn Decleration
Sum nakað nýtt, skal ein sokallað Tórshavn Decleration ella ein Tórshavn yvirlýsing gerast, “ja, hetta er nakað, sum veruliga fer at seta Tórshavn, og Føroyar sum heild, á heimskortið, tí hetta verður ein yvirlýsing, sum skal nýtast sum eitt slag av vegvísara innan evropiskari býarferðavinnu komandi árini”, sigur Annika og greiðir frá, at øll á ráðstevnuni fara at arbeiða við hesari yvirlýsingini, og fara føroyingar sostatt, á jøvnum føti við útlendsku luttakarunum á ráðstevnuni, at seta teirra fingur á framtíðar ferðavinnu í Evropa, og ikki minst her heima. “Vit hava jú nógvar góðar eygleiðingar at koma við, tí vit eru enn í tí serstøðu, at vit ikki hava eins nógv vitjandi, sum londini kring okkum. Á tann hátt, kunnu vit í felag eisini eyðmerkja hvat tað er, sum riggar í ferðavinnuni og eisini seta orð á, hvat kann gerast betri. Við hesum fáa vit møguleika at seta okkara dám á, hvussu vit í felag fara at menna framtíðar býarferðavinnu – bæði her heima, men eisini í restini av Evropa.”

Annika greiðir at enda frá, at øll áhugaði eru meira enn vælkomin at venda sær til Visit Tórshavn, um tey vilja melda seg til ráðstevnuna, “vit hava hoyrt frá onkrum luttakarum, at tað kann vera sindur ógreitt at melda seg til, og tí vilja vit bara heita á øll um at venda sær til okkum um nærri kunning, so onki ivamál er,” og sigur Annika at enda, “Vit gleða okkum til at taka ímóti øllum luttakarunum seinni hendan mánaðan, og vóna vit sjálvandi at síggja nógvar føroyingar hesar dagarnar.’

Til ber at síggja alla skránna her: https://cslide.ctimeetingtech.com/citydn25/attendee/confcal/session/calendar/2025-10-01

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

12 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

7 minuttir síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

23 minuttir síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

24 minuttir síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

47 minuttir síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

1 tími síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

2 tímar síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

3 tímar síðan
Tíðindi

Saltfiskur av Bankanum

4 tímar síðan