info
Ongi úrslit

Eysturríki er søtur tónleikur hjá føroyingum

Í kvøld verður áttandi landsdysturin ímóti tjóðini, sum føroyingar eiga bestu fótbóltsminnini ímóti

Jóannes Hansen
9. oktober 2021 kl. 09:22

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Eysturríki verður gestur.

Á tíðindafundinum í gjár ásannaði eysturríkski venjarin Franco Foda, at dysturin í Landskrona fyri 31 árum síðani sleppur Eysturríki ongantíð undan, men hann undirstrikaði samstundis, at 1-0 tapið 12. september 1990 er ikki við í fyrireikingunum til avbjóðingina ímóti Føroyum í kvøld.

Eingin av spælarunum á føroyska liðnum minnist aftur til 12. september 1990 og løturnar, tá ið Torkil Nielsen skoraði kendasta málið í føroyskum fótbólti, tá ið norski dómarin Egil Nervik bríkslaði fyri síðstu ferð hetta kvøldið og dagarnar eftir, tá ið føroyska liðið varð fagnað í Føroyum og so víðari.

Og eisini í fótbóltinum er nógv vatn runnið í ánna síðani tá. Dysturin í Landskrona var fimti altjóða skrásetti landsdysturin, og í kvøld verður tað 215. ferð, at Føroyar vera partur av altjóða skrásettum landsdysti.

Hetta er áttanda ferðin, at Eysturríki er mótstøðuliðið, og hetta er triðja ferðin, at Eysturríki vitjar í Føroyum.

Fyrsta ferðin var fyri 13 árum síðani, tá ið tað endaði 1-1. Ta ferðina legði Bogi Løkin, sum eftir hálvan tíma varð skiftur inn fyri skadda Jákup á Borg, Føroyar á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Tveir minuttir seinni javnaði Eysturríki.

Onnur ferðin var fyri átta árum síðani, tá ið Eysturríki vann 3-0.

28. mars í ár endaði tað 3-1, tá ið Føroyar vóru í Wien. Tá var tað Sonni Ragnar Nattestad, sum í 19. minutti skoraði og birti Landskrona vónir millum føroyingar.

 

Eysturríki

1 12. 09.1990     Føroyar – Eysturríki          1-0 EM

2 22.05.1991      Eysturríki – Føroyar         3-0 EM

3 11.10.2008      Føroyar – Eysturríki          1-1 HM

4 05.09.2009      Eysturríki – Føroyar         3-1 HM

5 22.03.2013      Eysturríki – Føroyar         6-0 HM

6 15.10.2013      Føroyar – Eysturríki          0-3 HM

7 28.03.2021      Eysturríki – Føroyar         3-1 HM

8 09.10.2021      Føroyar – Eysturríki         

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

0 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

0 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum fýra milli­ónir til hjálpar­arbeiðið hjá Reyða Krossi

15 minuttir síðan
Hondbóltur

Ajax og Ejstrup/Hærvejen vunnu stórsigrar

1 tími síðan
Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

6 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

7 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

7 tímar síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

7 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

8 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

8 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

9 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

9 tímar síðan