info
Ongi úrslit

Føroyskt heim í Íslandi er komið í neyð

Korona er í fullari ferð við at beina fyri tí, so vit eru um at missa tað

Áki Bertholdsen
29. apríl 2021 kl. 09:45
Føroyska sjómansheimið í Reykjavík, Ørkin, er við at fara fyri bakka. Tað siga, sum varða av sjómansheiminum og nú heita tey á myndugleikarnar í Føroyum um at fáa fíggjarligan stuðul so at virksemið ikki dettur niður fyri. Sostatt er eisini Ørkin hart rakt av koronu, men tey liggja soleiðis fyri, at tey sleppa ikki við í nakran hjálparpakka, hvørki í Føroyum ella Íslandi. – Vit hava søkt um stuðul úr hjálparpakkunum bæði í Føroyum og Íslandi, men tað vísir seg, at vit ikki lúka treytirnar fyri at fáa stuðul. Vit hava tó fingið eitt lán í Íslandi uppá 400.000 krónur við statskassaveðhaldi, sum vit byrjað at gjalda niður uppá næsta ár, sigur Jonhard Joensen á Skipanesi, sum er formaður í nevndini fyri Ørkina Hann sigur, at sum gongdin er í løtuni, hava tey bara gjaldføri til hendan mánaðan aftrat, men tey hava eina umsókn liggjandi hjá BankNordik um kassakredit, so at tey kunnu hóra undan til rákið vendir aftur, og tað verður væntandi einaferð í september. Somuleiðis hava tey í Ørkini eisini havt eisini havt fund við Kaj Leo H. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um at brúka Ørkina meir sum sjúklingahotell, og á tann hátt hjálpa til við rakstrinum. Ørkin er ein føroyskur sjálvsognarstovnur við tí endamáli at vera eitt andaligt og sosialt heim hjá føroyingum sum búgva í Íslandi, men eisini hjá lesandi, sjómonnum, og fólki, sum koma til Reykjavíkar í sjúkraørindum . – Ørkin er somuleiðis karmur um fundarvirksemi hjá Føringafelagnum og har verða børn undirvíst í føroyskum. Áðrenn føroysk sendistova varð sett á stovn, var Ørkin eisini  sendistova í stóran mun. Tey siga, at higartil hevur Ørkin borið seg fíggjarliga og bygningurin er hildin, umframt at hann er umvældur so hvørt, og nú er hann goldin. Men tað er lítið at standa ímóti við, og við støðuni, sum er íkomin, heldur virksemið upp at siga tey. – Hendir tað, er stórur vandi fyri, at Ørkin gleppur okkum av hondum, og tað halda vit vera stórt spell, siga tey, sum vara av Ørkini. Løgtingið hevur nú um dagarnar samtykt at játta meiri pening til ymisk endamál og í tí sambandi heitir Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum á Landsstýrið um at taka trupulleikan hjá Ørkini. Tey heita á Landsstýrið um at finna eina nøktandi loysn, so at virksemið ikki dettur niður fyri tí at tað hevur so stóran týdning fyri føroyingar.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Niðurlond og Ísland vunnu stórsigrar

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður fullsett á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur tapt níggju av tíggju dystum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Mánadagin verður finala á Tórsvølli

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti við sjey málum

4 tímar síðan
Tíðindi

Veggjalist í Føroyum fær altjóða umrøðu

5 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg vann stórsigur í EHF European League

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Moldova vann á Kasakstan í okkara bólki

5 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan vil bíða við at yvirtaka løgregluna

6 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólabýurin í SMS

7 tímar síðan
Fótbóltur

Jákup verður á miðvøllinum

7 tímar síðan