Fara eisini at koppseta børn millum 12 og 15 ár í Føroyum

– Eg hevði mælt til, at vit í Føroyum gera eins og í Danmark, har tey fara at koppseta børn millum 12 og 15 ár í september

Tað sigur Pál Weihe, lækni og partur av koronuráðgevingini hjá myndugleikunum, nú tey í Danmark hava gjørt av at koppseta børn millum 12 og 15 ár.

 

Koppsetingarætlanin hevur higartil bert fevnt um fólk yvir 16 ár.

 

Pál Weihe segði við FM1 á middegi, at tað hevði givið eitt gott íkast til at fáa floksimmunitet, um hesi ungu eisini verða koppsett.

 

– Tí annars kunnu virus renna millum hesi ungu, uttan at tey fyri tað vera sjúk. Soleiðis kunnu eisini hesi ymsu nýggju brigdini trívast og mennast, sigur Pál Weihe.

 

Hann vísir á, at vit koppseta børn í stórum stíli í Føroyum fyri nógvar sjúkur, sum vóru púra vanligar fyrr, og sum nú ikki eru til longur – takkað verið koppsetingini, sigur Pál Weihe, sum heldur, at vit í Føroyum eiga at gera eins og í Danmark – og tað væntar hann eisini verður tilmælið til myndugleikarnar.