info
Ongi úrslit

Fiska í Barentshavinum og í Norðsjónum

Dagfinn Olsen
31. juli 2024 kl. 18:56

Í dag lá norski trolarin Båtsfjord á Havnini. Båtsfjord er ein av mongu trolarunum hjá stóra reiðarínum Havfisk Teir høvdu ørindi á Havnini og so bunkraðu teir samstundis, tí oljan er væl bíligari í Føroyum enn í Norra.

Soleiðis skrivaði Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook fyri nøkrum døgum síðani.

-Hetta er eitt gott eldri skip, og ein av 10 trolarum hjá Havfisk. Vit fiska í Barentshavinum og í Norðsjónum, og tað er mest tosk, og so nakað av hýsu og upsa. Tað sigur føroyski maskinmeistarin Ragnar Dam.

-Hendan túrin hava vit verið í Norðsjónum og fiskað upsa. Vit hava umleið 200 tons inni. Vit royndu tætt við føroyska markið, so tað var ikki langt at sigla inn á Havnina, sigur hann.

19 mans eru við Båtsfjord, og tvær manningar hoyra til skipið. Á vaktini sum er umborð nú, eru normenn og føroyingar, meðan normenn manna hina vaktina. Teir ganga vakt so teir arbeiða í seks tímar og hava so frí í seks tímar. Teir eru umborð í fimm vikur og so hava teir frí í fimm vikur.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu, skrivaði Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Barði framvegis í Havn meira enn tríggjar mánaðir eftir eldin

12 minuttir síðan
Tíðindi

Ein vika eftir vanlukkuna: Leitað hevur eisini verið í dag

25 minuttir síðan
Tíðindi

Landsstýrið ætl­ar at styrkja før­oyska mat­vøru­fram­leiðslu

1 tími síðan
Tíðindi

U21: Aron tryggjaði Føroyum sigurin og nýtt stigamet

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Vísindavøka

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bergsøy tapti stórt fyri oddaliðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Næsta hækking av pensjónsaldrinum verður í fyrsta lagi í 2040

2 tímar síðan
Tíðindi

Charlotte vann snarrøðukappingina fyri granskarar

3 tímar síðan
Tíðindi

Hans Ellefsen fingið ársins miðlaheiðursløn

3 tímar síðan
Tíðindi

336 fólk vóru arbeiðsleys í august

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

4 tímar síðan