Fleiri innbrot í svensku rúsdrekkasølurnar

Tjóvar fara ofta eftir reiðum peningi og dýrum rúsdrekka, tá teir gera innrás í handlum hjá Systembolaget í Svøríki.

Systembolaget varð stovnað í 1954. Tað varð stovnað fyri at avmarka skaðan, sum stendst av rúsdrekkanýtslu. (Savnsmynd). - Mynd: Jónatan Nackstrand/Ritzau Scanpix

Almenni rúsdrekkahandilin í Svøríki, Systembolaget, hevur seinastu mánaðirnar verið raktur av hópin av innbrotum í sunnara parti av landinum.

Tilsamans 11 ferðir hava fólk lopið á handlar hjá Systembolaget.

Tað skrivar svenski public service miðilin SVT í dag.

Løgreglan kannar nú, um samband kann vera millum mongu innbrotini.

Teir fyrstu handlarnir, sum vóru mál fyri innbrotum, eru í Broby og Sölvesborg. Innbrot var her 30. apríl.

Síðani hava verið fleiri innbrot. Handlarnir eru í Hallandi, Skåne, Blekinge, Västergötlandi og Smålandi.

Fleiri løgregludeildir arbeiða saman um at finna gerningsmenninar. Men enn er ov tíðliga at siga, um tað eru tey somu fólkini, sum standa aftan fyri øll innbrot.

Løgreglan vil ikki gera nærri viðmerkingar til málini.

Talsfólk hjá løgregluni vilja heldur ikki siga, júst hvat er stolið.

- Yvirhøvur er tað í hesum slagnum av innbroti ofta reiðurpeningur, sum er tað fremsta, leitað verður eftir, men eisini dýrari og fínari sløg av rúsdrekka, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, Nils Norling, við SVT.

Norling sigur víðari, at løgreglan er sera fegin um at fáa tips frá almenninginum.

Hetta kundi til dømis verið, um onkur hevur sæð akfør ella fólk í sambandi við innbrotini.

Talsmaðurin sigur, at sjálvt teir minstu smálutirnir kunnu hava áhuga hjá løgregluni, tí teir kunnu vera eitt "týdningarmikið stykki í putlispælinum" at koma víðari.

Systembolaget, sum hevur einkarrætt at selja – eins og Rúsdrekkasøla Landsins í Føroyum – varð stovnað í 1954. Tað varð stovnað fyri at avmarka skaðan, sum stendst av rúsdrekkanýtslu.

Systembolaget hevur millum annað skyldu at kunna um váðan við at drekka rúsdrekka og nýtir ikki útsøluprísir á sínum vørum.

 

/ritzau/TT

 

Systembolaget varð stovnað í 1954. Tað varð stovnað fyri at avmarka skaðan, sum stendst av rúsdrekkanýtslu. (Savnsmynd). - Mynd: Jónatan Nackstrand/Ritzau Scanpix