info
Ongi úrslit

Føroysk vektlyfting nú atlimaskap í IWF

Føroya Styrkisamband (FSS) gjørdi eitt rimmarlyft í vikuskiftinum, tá ið aðalfundurin hjá International Weightlifting Federation (IWF) játtaði umsóknini frá FSS um limaskap.

Pætur Hjalmar Evensson
1. apríl 2024 kl. 18:04

IWF er heimssamgongan fyri olympiska vektlyfting, og aðalfundurin, sum varð hildin í Phuket í Teilandi, játtaði Føroyum atlima- ella assosieraðan limaskap.

Føroyskir vektlyftarar kunnu nú kappast í heimsmeistarakappingum undir føroyskum flaggi. Atkvøðurættur er tó ikki á aðalfundinum.

Umsóknin um limaskap varð latin IWF fyri tveimum árum síðani. Drúgt arbeiði hevur síðani verið at útvega tilfar um formlig viðurskifti, mál og avrik við góðari hjálp frá ÍSF.

Fyri hálvum triðja ári síðani søkti FSS eisini um limaskap í European Weightlifting Federation (EWF), europeisku vektlyftingssamgonguni.

Formligar ásetingarnar hjá EWF siga tó, at eitt land fyrst skal hava limaskap í IWF. Nú er tað upp á pláss, og farið verður nú beinanvegin undir at samráðast víðari við EWF um limaskap.

FSS fekk fyri tveimum árum síðani limaskap í norðurlendsku vektlyftingssamgonguni, Nordic Weightlifting Federation, NWF.

Um ikki so langa tíð verða væntandi allir tríggir altjóða limaskapirnir upp á pláss. Tá kunnu føroyskir vektlyftarar lyfta undir Merkinum um allan heim.

Føroya Styrkisamband varð stovnað í 2019 sum menningarsamband undir ÍSF og fevnir um fýra styrkigreinar: vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og rørslumegi.

(Tíðindaskriv frá Føroya Styrkisamband)

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

23 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

50 minuttir síðan
Tíðindi

Tvær nýggjar skuldsetingar í Hagen-málinum

56 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

1 tími síðan
Tíðindi

Løgtingsins mentanarnevnd á kunningarferð í Norðurnoregi

1 tími síðan
Tíðindi

Trý fólk dripin í álopi á Kyiv

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna føroyska aldursváttan til sosialar miðlar

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaverk við søgum úr Suðuroynni sum eingin hevur hoyrt um áður

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrireikingar­ til nýggja ung­dóms­ráð­gev­ing ganga væl

3 tímar síðan
Tíðindi

Artur verður fíggjarleiðari

4 tímar síðan
Tíðindi

Hitt nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

4 tímar síðan