info
Ongi úrslit

Føroyskt mál fyri øll

Hanna Jensen, valevni fyri Framsókn
26. november 2022 kl. 15:24

Føroyska málið er framsta tekin um, at vit eru egin tjóð við egnari mentan, egnum landi, egnari søgu og egnum samfelagsavbjóðingum.

Okkara mál ber í dag okkara framkomna samfelag og okkara mentan – er góða samskiftisamboðið í okkara heimum, skúlum, vinnu, miðlum og...

Tó eru undantøk, og tey gerast fleiri. Summastaðni í vinnugeirum eru lutfalsliga nógv fólk, sum ikki hava lært okkara mál. Tey eru komin fyri at arbeiða, tí okkara vinnulív hevur tørv á teimum, men mong teirra hava enn ikki havt nóg góðan møguleika at fáa frálæru og venjing í okkara máli. Sama kann sigast um teirra avvarðandi, sum eru komin til Føroya við teimum.

Í fleiri og fleiri førum starvast eisini fólk, sum ikki hava fingið nóg góðar møguleikar at læra okkara mál, í vælferðarstørvum, har tey skulu samskifta við eldri og børn. Eisini eru fleiri og fleiri heim í Føroyum, har førleikarnir at tosa føroyskt ikki hava fingið høvi at mennast, og tí ávirkar hetta dagstovnar og skúlar alt meira málsliga.

Hesa støðuna mugu vit sum politkkarar taka í enn størri álvara saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Vit vita øll, at tað er neyðugt við hollum málførleikum í føroyskum, um tú skalt starvast við okkara yngru og eldru borgarum. Men sum tíðin er liðin, so hava vit øll eisini ásannað, at sjálvt tá tú skalt arbeiða við handverki, í fiski- ella alivinnu á landi og í tænastuvinnu í t.d. handils-, matstovu- og hotelvinnuni, er tað stórur vinningur fyri bæði tann tilflutta, fyritøkur og okkum onnur, sum øll búgva í Føroyum í dag, at vit kunnu samskifta væl á hesum góða tungumálinum, sum vit eiga í Føroyum.

Tey, sum velja at búgva í Føroyum, skulu hava betri møguleikar at ogna sær okkara mál og vera við í arbeiðinum at nýta, menna og varðveita føroyskt.

Framsókn vil satsa størri upphæddir á fíggjarlógini til at fremja undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar, til próvtøkutilfar í lærugreinini “føroyskt sum annaðmál”, til at gera tilfar til hesa undirvísing, til at førleikamenna undirvísarar regluliga við hollum skeiðum og útbúgvingum og til at menna alla skipanina framhaldandi.

Vit skulu eisini samskifta nógv meira við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um, hvussu vit fáa eina góða skipan, sum veruliga gevur tilflytarunum høvi at fara burturfrá til hesa undirvísing, teimum og okkara landi og tungumáli at frama.

Vel Framsókn

- Vel Honnu Jensen á lista F 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Dómari úr Finnlandi til dystin Slovakia-Føroyar

20 minuttir síðan
Tíðindi

Frá grafikkortum til AI-stjørnu: Nú er Nvidia-stjórin undir trýsti

38 minuttir síðan
Tíðindi

Jólasøla verður í Verkhúsinum Virkni hetta vikuskiftið

1 tími síðan
Tíðindi

Jarðfeingi bjóðar út keyp av 150 tonsum av CO₂

1 tími síðan
Tíðindi

Kunnu fáa danska hjálp at finna út­lendsk­ar í­leggj­arar

2 tímar síðan
Tíðindi

Borgarstjórar um­røddu Suður­oyar­tunn­ilin og Smyr­il við løgmanni

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór á glið og rakti mótkoyrandi bil

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tókt á netinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel seg í steypafjórðingsfinaluna

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

11 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

11 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

12 tímar síðan