Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska fótbóltslandsliðið næstseinasta dystin í bólki 3 í Nations League deild C.
Dysturin verður leiktur ímóti Slovakia í Kosice.
KVF vísir dystin og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Slovakia er fremst í bólkinum við 10 stigum. Føroyar og Moldova hava fýra stig hvør, meðan Kasakstan hevur tvey stig.
Tað verður ein finskur dómari av irakiskum uppruna, ið skal leiða dystin millum Slovakia og Føroyar.
Mohammed Al-Emara, ið er 34 ár hevur verið altjóða dómari síðani 2021. Hann hevur dømt dystir í bestu finsku fótbóltsdeildini síðani 2014.
Fyri meir enn trimum árum síðani 10. august í 2023 dømdi Mohammed Al-Emara dystin í Conference League undankappingini á Tórsvølli millum B36 og Rijeka úr Kroatia. Rijeka vann dystin 3-1.
SLOVAKIA vs. FØROYAR
Dómari: Mohammad Al-Emara FIN
Hjálpardómari 1: Turkka Joonas Valjakka FIN
Hjálpardómari 2: Mika Lamppu FIN
Fjórði dómari: Peiman Simani FIN
VAR dómari: Gianluca Aureliano ITA
VAR hjálpardómari: Michael Fabbri ITA
UEFA dómaraeygleiðari: Martin Atkinson ENG
UEFA umboð: Oleg Harlamov EST