info
Ongi úrslit

Fróði tapti í fyrstu royndini

Men føroyski landsliðsspælarin fær leygardagin nýggjan møguleika at vísa síni kynstur í Silkeborg

info
Jóannes Hansen
13. november 2002 kl. 08:57
ROYNDARVENJING

Í hesi vikuni er Fróði Benjaminsen á flatlondum og royndarvenur. Landsliðsmiðvallarin er saman við dananum Anders Nygaard, sum í summar spældi við B68, í Silkeborg, har Viggo Jensen og hansara menn leita eftir styrki til superliguliðið, sum ikki hevur verið serliga sannførandi í heyst.
Mánakvøldið vóru Fróði og Anders á næstbesta liðnum hjá Silkeborg, sum spældi ímóti næstbesta liðnum hjá Horsens. Horsens var á heimavølli, og teir vunnu 4?1. Sambært heimasíðuni hjá Silkeborg var heimasigurin rudduliga uppiborin.
Umframt Fróða Benjaminsen og Anders Nygaard var ein annar gestaspælari á Silkeborg liðnum. Talan var um spælara úr Silkeborg KFUM, sum er áhugaður í at vita, um tað er møguleiki hjá honum at røkka longri sum fótbóltsspælari.

Nýggjan møguleika
Sambært Silkeborg heimasíðuni so fáa Fróði Benjaminsen og Anders Nygaard aftur leygardagin møguleika at vísa, hvør dugur er í teimum. Tá skal eykaliðið hjá Silkeborg spæla ímóti Køge ella Farum.
Á heimasíðuni varð eftir dystin mánakvøldið skrivað, at tað ímóti Horsens ikki var møguleiki fyri at síggja, hvør dugur er í teimum báðum spælarunum, sum vóru komnir úr Føroyum at royndarvenja.
Fróði Benjaminsen segði við Dimmalætting í gjár, at tað er Frank Skytte, sum mesta partin av farna kappingarárinum var venjari hjá B68, sum hevur skipað fyri, at Fróði Benjaminsen og Anders Nygaard í hesi vikuni royndarvenja í Silkeborg.
Fróði Benjaminsen segði eisini við Dimmalætting, at hóast hann royndarvenur í hesi vikuni, so er hann ikki vísur í, um hann er áhugaður í at spæla fótbólt í Danmark. Men tað valdast sjálvandi um, um hann fer at fáa nakað tilboð frá Silkeborg, og hvussu tað fer at síggja út, um tað kemur á borðið.
Fróði Benjaminsen, sum higartil bara hevur spælt í B68, var kosin ársins spælari í 2001. Í ár stóð hann sterkur í myndini á landsliðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Finska uttan­ríkis­ráð­frúan hitt­ir Rubio um krígg­ið í Ukraina

1 tími síðan
Tíðindi

Spyr um misnýtslu av vitlíkimyndum

2 tímar síðan
Tíðindi

Formula skal styrkja KT-trygdina hjá Sjúkrahúsverkinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Gillian Anderson í Filmsfelagnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

SV Ried reyk úr steypakappingini aftaná longda leiktíð

3 tímar síðan
Fótbóltur

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette Frederiksen

4 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

5 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann toppdystin - Greiðir sigrar til VÍF og EB

6 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

8 tímar síðan