info
Ongi úrslit

G! Festivalurin heldur fram í dag

Í kvøld spæla eitt nú Eivør, Highasakite og Hamferð

Eyðun Klakstein
19. juli 2024 kl. 11:29

G! Festivalurin fekk góða byrjan í gjár og heldur fram í dag.

G! Festivalurin hevur sent hetta tíðinaskriv út:

"Eftir ein fantastiskan hósdag, har veðrið brádliga skifti frá gráum regni til sól, hita og strondveitslu, er G! Festivalurin til reiðar at bjóða tær enn ein minniligan dag.

Tónleikurin, felagsskapurin og góða lagið settu veruliga sín dám á hósdagin. Fólk hugnaðu sær á sandinum og á sjónum við sauna og hitapottum. Sólin og vesturskinið gjördu dagin til eina ógloymandi vakra byrjan upp á festivalin.

Fríggjadagurin á G! byrjar longu kl. 10 við at fólk kunnu keypa sær morgunmat bæði í niðaru hædd í Valhöll í Syðrugötu og í ovaru hædd í Víkingahúsinum í Norðagötu. 

Kl 11 byrja tiltök við kjaki og práti í Fjósinum, og í Töting verður croquis tekni verkstova við livandi modelli. Tónleikurin byrjar í Fjósinum kl. 16 við kvinnukórinum Silvitni.

Millum best umtóktu növnini á skránni í dag eru uttan iva Highasakite og okkara egna superstjörna, Eivör. 

##med2##

Onnur hæddarpunkt eru gravarmálmstónarnir frá Hamferð, og dansivinarligi afro-popparin JJ Paulo, punkstjørnuskotið  Agat, plátuskravarin DJ Quien úr Bolivia, sum býr í Berlin, umframt  legendurnar úr Plúmm, FMA vinnarin Dania O. Tausen, Föroya heitasta soppasúpan Aggrasoppar, hungaligu heims-fólkatónarnar frá Himmerland, Songs From Tin Pan Alley, Alias Morera við Filipi Mortensen, og skotski klaksvíkingurin James Blames.

Nýggja staðið Rönn verður eisini karmur um fleiri tiltök, harundir eitt bókmentatiltak hjá forlagnum Eksil, eitt mat-tiltak við sjógæti og nátturúvíni, og frá kl 20 til 02 ein cigar- og whiskeybarr, ið vit kalla RÖYK.

Alt í alt bjóðar fríggjadagurin á G! eina pakkaða skrá við spennandi tiltökum og framförslum, sum leggja lunnar undir enn ein dag við væl útvaldum tónleiki, list, mati og góðum stemningi. Stutt sagt upplivingar fyri lívið."

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

22 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hægstirættur vísir Trump aftur í máli um brævatkvøður

4 tímar síðan
Tíðindi

Feðgarnir Smith sýna fram

4 tímar síðan
Tíðindi

Russisk fregatt skeyt neyð­bluss eft­ir danskari hernaðar­tyrlu

5 tímar síðan
Tíðindi

Nato-flogfar skeyt dronu niður í Litava

6 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

8 tímar síðan
Tíðindi

Málið er at gera allar Føroyar rottufríar

8 tímar síðan
Hondbóltur

Jana skiftir til Nykøbing Falster komandi kappingarár

9 tímar síðan
Tíðindi

USA strikar útlátsmørk fyri orkuverk

9 tímar síðan
Tíðindi

ES útsetir freistina at leingja revsitiltøkini móti Russlandi

10 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Mattias føroyingauppgerðina

10 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir HB-sigrar og ein javnleikur

11 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Ukraina og Russland samd um ikki at leypa á orkuverk

12 tímar síðan