info
Ongi úrslit

Góð milljard leyp av í fjør

Rakstrarúrslitið var 303 milljónir lægri, men hetta er tí 10.000 tons minni av laksi var tikið í fjør

info
Árni Gregersen, ting.fo
19. februar 2019 kl. 07:01
Ein góð milljard leyp av í rakstrinum hjá Bakkafrost í fjør. Hetta er 303 miulljónir minni enn í 2017, men fyritøkan tók eisini 10.000 tons færri av laksi,. Regin Jacobsen, stjóri, sigur í einari viðmerking:

-Truplu umstøðurnar á marknaðinum og skerd marknaðaratgongd í eitt tíðarskeið gjørdu, at úrslitið hjá alideildini varð heldur lakari enn væntað í fjórða ársfjórðingi. Vit fegnast tó um, at virksemið á góðskingarvirkinum er vaksið aftur, tí vit hava økt um sáttmálarnar fyri okkara liðugvørur.

Árið 2018 varð eitt hendingaríkt ár við ymiskum avbjóðingum, men samanumtikið eru vit nøgd við raksturin og úrslitið fyri 2018. Eisini er nógv orka løgd í útbyggingar í 2018, og nýtt kryvjivirki er tikið í nýtslu í Suðuroy í 2018. Eftir ætlan verður alivirksemið í Suðuroy útbygt enn meira í 2019.

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 966 milljónir krónur í 2018 samanborið við 1.308 milljónir krónur í 2017. Góðskingargeirin gav eitt rakstrarhall á 22 milliónir krónur í 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 75 milliónir krónur í 2017. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í 2018 var 254 milliónir krónur samanborið við 266 milliónir krónur í 2017.

Fyri fjórða ársfjórðing 2018 var samlaða rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost 231 milliónir krónur samanborið við 331 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2017.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

17 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Ajax kom á sigursslóðina aftur

1 tími síðan
Størv
Kelda: taks.fo

Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hanus legði upp til mál í stórsigri hjá NK Aluminij

1 tími síðan
Hondbóltur

Jana vann stórsigur á Rakul

2 tímar síðan
Tíðindi

Bara eitt tingfólk skilur partarnar í Svøríki

2 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

2 tímar síðan
Tíðindi

Væntandi verður nakað av útróðri í vikuni

2 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: 07 Vestur og B36 vunnu stórsigrar

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap

3 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias vann stórsigur á Gullbrandi og Olafi

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hákun var næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: AB - B68

4 tímar síðan