Geva út bók við røðum hjá Óla á Grømma

„Orð úr Orðinum“ er bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hildið síðstu mongu árini, hann hevur vitjað heima í Føroyum. Talurnar eru settar upp í stutt brot, og bókin hóskar væl, bæði sum andaktsbók og handbók at sláa upp í.

Óli er klaksvíkingur. Í 1965 flutti hann til USA og hevur búð har síðan – undantikið eitt tíggjuáraskeið á Filipsoyggjunum.

 

Eftir lokna útbúgving innan tvørmentanarliga trúboðan arbeiddi Óli sum lærari og seinni leiðari á málskúlanum hjá trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission. Í 1983 flutti hann við familjuni til Filipsoyggjarnar og var leiðari fyri arbeiðinum hjá New Tribes Mission har í landinum. Síðan 1993 hevur hann verið partur av høvuðsleiðsluni hjá New Tribes Mission.

 

Óli er giftur við Judy, og tey eiga dreingirnar Dan og Don. Tey hava fleiri ommu- og abbabørn og hava nú eisini langommu- og langabbabørn. Óli og Judy búgva í statinum Alabama, men ferðast enn nógv runt allan heim. New Tribes Mission felagsskapurin hevur fleiri túsund trúboðarar kring heimin, so tey hava nóg mikið at gera.

 

Ragnar Niclasen, trúboðari á Filipsoyggjunum, skrivar í káputekstinum á bókini:

 

»Av Grønlands ísi gráum, úr stóra Afrika, ...

 

Sangurin minnir meg á dreingin, sum sleit sínar barnaskógvar á Ziskatrøð í Klaksvík, men sum síðan hevur búð víða um, ferðast nógv og ger tað enn.

 

Mong kring knøttin hava notið gott av talunum hjá Óla, veri tað seg á føroyskum ella enskum, í stórari samkomu ella í eini smáttu í frumskóginum. Boðskapurin er altíð greiður, einfaldur og lættur at minnast.

 

Vón mín er, at tú, sum lesur bókina, fært at kenna hjartað brenna í tær, sum Skriftin verður latin upp gjøgnum talurnar hjá Óla á Grømma.«

 

Bókin er 388 síður, kostar kr. 250, og er at fáa í bókhandlum kring landið. Hon kann eisini keypast á heimasíðuni hjá Leirkerinum www.leirkerid.fo

 

 

 

Forlagið Leirkerið