Tað verður ikki enn, at grindalógin verður broytt. Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í veiðimálum. Í gjár skrivaðu vit, at nú verður tað heilt skjótt, at reglurnar um at drepa springara verða broyttar. Men samstundis hevur Grindamannafelagið virkað fyri, at nakrar broytingar verða gjørdar í sjálari grindalógini fyri at gera tað smidligari at avgreiða eitt grindadráp.
Í Grindalógini stendur, at økið rundan um grindarakstur og grindadráp, kann lýsast sum grindaøkið, men Grindamannafelagið vil, at tað skal lýsast sum grindaøkið - eisini loftrúmið uppi yvir. Grindamannafelagið vil eisini hava, at tað verður sett í lógina, at grindaøkið á landið skal verða avbyrgt, so at bara tey, sum eru í sjálvum drápinum, sum sleppa inn á grindaøkið, men at áskoðarar eru uttan fyri. Samstundis hevur Jens Jensen, sýslumaður, mælt til, at sýslumenninir verða koplaðir heilt av tá ið grind er, og at tað verða kommunurnar, sum skipa fyri øllum, saman við grindaformonnunum.
Men Árni Skaale sigur, at tað liggur ikki í kortunum at gera nakað nú – uttan at broyta reglurnar um springaradráp. Skal Grindalógin broytast, er tað eitt størri arbeiði, sum krevur eina neyva viðger, har allir partar eru uppi í.
Skal lógin broytast skal tað viðgerast væl, so at broytingarnar verða tær røttu, og at alt verður tikið við. Og tað er ikki nakað, sum verður gjørt nú, sigur landsstýrismaðurin. Men hann sigur kortini, at tað er ikki óhugsandi, at onkrar broytingar verða gjørdar í sama viðfangi, sum reglurnar um springaradráp verður broytt. Men hann vil ikki siga nakað um hesar broytingarnar fyrrenn landsstýrið hevur góðkent tær.
Les meiri her: Reglurnar um springaradráp verða broyttar í næstum
Les meiri her: Lógin um grindadráp skal vera strangari