Gullbrandur og Sandnes taptu fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið

Rógvi Baldvinsson og Bryne hava tapt allar seks dystirnar hetta kappingarárið

Talan gjørdist um eitt vánaligt kvøld fyri føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan seinna hálvleik tá lið hansara, Sandnes ULF var fyri stórtapi á heimavølli í kvøld.

 

Undan dystinum í kvøld hevði Sandnes fult stigatal, 12 stig av 12 møguligum. Tí kom stórtapið dátt við.

 

Sandnes tapti 0-4 fyri Frederikstad. Tá Gullbrandur kom á vøllin var støðan 2-0 til Frederikstad.

 

Rógvi Baldvinsson spældi 78 minuttir av dystinum hann og liðfelagarnir í Bryne taptu 0-2 fyri Raufoss á útivølli.

 

Bryne hevur tapt allar seks teir fyrstu dystirnar higartil í kappingini.

 

Komandi sunnudag tekur Bryne móti Åsane á heimavølli. Komandi mánakvøld spælir Sandnes ULF útidyst móti Brann Bergen.