info
Ongi úrslit

Hátrýstveður restina av juni mánaði

– Vit fara hava løtur ella dagar við sól, men eisini løtur við skýggjum, támi og mjørka í støðum og bert heilt fáar dagar við regni, um tað verður nakað yvirhøvur, sigur Veðurstovan

Eirikur Lindenskov
5. juni 2023 kl. 17:11

Hetta eru nakrir av spurningunum, veðurfrøðingar seta sær sjálvum í hesum døgum. Veðrið í Føroyum er myndað av einum hátrýsti, sum hevur ligið sunnan fyri okkum í nakrar dagar. Veðrið hevur tí verið støðugt við lítlum vindi, hóast veðrið nærindis einum summarhátrýsti viðhvørt kann arga við skýggjum, támi, sirmi og mjørka. Tíbetur er skýlagið uppi yvir okkum ikki tjúkt, og tí hevur sólin sæð í nógvum støðum kring landið, tá ið nakað er ligið út á fyrrapartin. Tað eru serliga støðini norðanfyri og eystanfyri, at sólin hevur verið nógv frammi, meðan sunnanfyri og vestanfyri hava havt løtur ella dagar við samdrignum lofti og í støðum mjørka.

Luftrákið hevur yvirhøvur verið vestaneftir, og skýggini fara í upploysn, tá ið tey reka í landnyrðing oman fyri fjøllini.

Sum viðurskiftini eru í lufthavinum í løtuni, so sær tað út til, at vit í Føroyum fara at hava hátrýstveður restina av juni. Leiðin, har lágtrýstini ferðast, er trýst norðureftir, úr Eysturgrønlandi ímóti norðara parti av Skandinavia. Í løtum viknar hátrýstið eitt sindur, og tá kunnu veik brúgvaløg úr lágtrýstum fara framvið nær við Føroyum, og um so verður, fara vit bert at merkja eitt sindur við lágum skýggjum og regni í støðum. Tí kunnu vit rokna við, at veðrið í juni fer at halda fram.

Myndin er ikki tøk

Vit fara hava løtur ella dagar við sól, men eisini løtur við skýggjum, támi og mjørka í støðum og bert heilt fáar dagar við regni, um tað verður nakað yvirhøvur. Síðst í mánaðinum fer luftrákið at vera sunnaneftir, og tá verður tað lýggjari og slavnari luft, sum fer at streyma ímóti okkum. Tá fara tað at vera fleiri skýggj oman fyri okkum og eisini tám og í støðum mjørki.

Men, tá ið vit tosa um veðrið, so er altíð eitt fyrivarni at taka. Vit vita øll, at óvissan veksur í forsagnunum, longri fram í tíðina vit fara.

Myndin er ikki tøk

Tó hava forsagnirnar leingi væntað veðrið, vit hava í hesum døgum við høgum trýsti, og at lágtrýstini ganga eina leið eystureftir norðan fyri Føroyar. Hinvegin, tá ið forsagnir broytast nógv, er óvissan um veðrið størri. Hetta merkir, at sannlíkindini fyri góðum veðri restina av juni mánað eru góð.

Jeanne Mangerel, veðurfrøðingur.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tryggari at ferðast í miðbýnum í Fuglafirði

6 minuttir síðan
Tíðindi

Vegurin gav eftir und­ir olju­bil­i­num inni í Dal

18 minuttir síðan
Tíðindi

Laksaaling í Seyðisfirði kann skapa 10–15 arbeiðspláss

48 minuttir síðan
Tíðindi

Maður skuld­sett­ur fyri at hava blott­að seg í svimji­hyli

1 tími síðan
Tíðindi

Eivør gevur út nýggja plátu – TUNGL

2 tímar síðan
Tíðindi

Skipasøla ella søla av fiskirættindum?

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Füchse Berlin og Skanderborg-Aarhus í Champions League

3 tímar síðan
Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

9 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

9 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

11 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

11 tímar síðan