info
Ongi úrslit

Herða tiltøkini - nú skulu nógv fleiri kannast fyri koronu

Í fyrstu syftu verður tað ókeypis fyri fólk – men heldur tað fram eftir nýggjár, skulu fólk rinda sjálvi

Áki Bertholdsen
9. desember 2021 kl. 12:29

Nú skulu øll, sum koma til Føroya, kannast fyri koronu, áðrenn tey sleppa leys. Tað er eitt av tiltøkunum, sum nú verða sett í verk fyri at basa smittuspjaðingini av koronu.

Í heyst varð kravið slept um, at øll, sum komu til Føroyar, skulu kannast fyri koronu, men tað vóru fleiri, sum vóru ósamd í tí.

Men nú verða rættiliga nógv fólk smittað hvønn einasta dag, og samstundis er nýggi omikron-varianturin farin at ganga í Føroyum. Og tað er serliga hetta, sum elvir til stúran tí hann smittar nógvar ferðir verri enn delta -varianturin, sum hevur gingið higartil.

Tískil verður kravið sett aftur í gildið, at øll, sum koma til Føroyar, skulu kannast fyri koronu, áðrenn tey sleppa leys í samfelagnum. Tað er óvist nær tað verður sett í verk, tí tað tekur nakrar dagar at skipa fyri tí.

Tey, sum koma til Føroya, skulu eisini halda seg fyri seg sjálvi og ikki fara ímillum fólk, fyrrenn tey hava kannað seg umaftur, og tað skulu tey gera tveir dagar eftir, at tey eru komin til landið.

Tað er ongantíð, at tað koma so nógv fólk til Føroyar upp á so stutta tíð, sum nú upp undir jól og løgmaður sigur, at jólagestirnir skulu vera hjartaliga vælkomnir. Men hann sigur, at tað verður neyðugt at halda seg til nakrar serligar mannagongdir fyri at forða fyri smittuspjaðing.

– Vit gleða okkum øll til jóla, og endamálið er at berja smittuna so langt niður, at vit kunnu halda eini jól, sum eru so vanlig, sum gjørligt, sigur løgmaður.

­Bárður á Steig Nielsen sigur, at fyribils verður kanningin ókeypis fyri fólk, men verður tað neyðugt at halda fram við hesum kanningunum eftir nýggjár, skulu fólk sjálvi rinda fyri kanningarnar frá 1. januar. Hann dugir ikki at síggja, hvat tað fer at kosta, tí núskulu tey samráðast um prísin.  

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

3 minuttir síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

23 minuttir síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

43 minuttir síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

1 tími síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

2 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

4 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

5 tímar síðan
Tíðindi

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump sigur seg steðga milli­arda­stuðli­num til Ísraels

5 tímar síðan