info
Ongi úrslit

Høgni Mohr vann Lesaravirðislønina

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Eirikur Lindenskov
4. mars 2024 kl. 12:37

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrin Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson, og vinnarin gjørdist ”Saga JAM”.

Mikudagin 6. mars klokkan 17 verður Lesaravirðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni. Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment, umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit.

Myndin er ikki tøk

Hetta er fyrstu ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókaøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Serlæknapuljan má varðveitast

16 minuttir síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

56 minuttir síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt á útivølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

5 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

7 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

9 tímar síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

9 tímar síðan
Tíðindi

Trump kallar Noreg eitt »lortaland«

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hellas Verona misti sigurin móti dystarenda

9 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli hevur enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið

10 tímar síðan
Hondbóltur

Óli vann á Paula og Jákupi - Jóhan vann á Teis

10 tímar síðan