Vit verða fleiri og fleiri fólk í heiminum. Í dag verður roknað við at heimsins fólkatal fer um átta milliardir.
Tað vísir framskriving hjá ST.
Fólkatalið veksur tó ikki óansað. Tí er tað ikki ein trupulleiki í sær sjálvum, at vit gerast fleiri fólk á jørðini.
Tað sigur Ilya Kashnitsky, sum er professari í demografi á Syddansk Universitet.
– Trupulleikin er, hvussu nýtslan hjá fólki er, og hvussu vit taka okkum av umhvørvistrupulleikum, sigur hann.
Framskrivingin hjá ST metir, at demografiska gongdin komandi árini fer at skapa møguleika fyri størri búskaparligum vøkstri í menningarlondum. Tað økir tørvin á meira burðardyggari nýtslu.
– Tað verður heilt nátúrligt, at lond í búskaparligum vøkstrið einaferð røkka somu nýtslu, sum tey mentu londini hava í dag.
– Tað er uppgávan hjá teimum mentu londunum at tryggja burðardygga nýtslu, og tey eiga at hjálpa fólkinum, sum í framtíðini fáa ráð til somu nýtsluágóðar, við at vinna eina meira burðardygga leið, sigur Ilya Kashnitsky.
Tað eru serliga lond sunnan fyri Saharaoyðimørkina, í Latínamerika og í Karibia, sum komandi árini hava møguleika fyri stórum fólkavøkstri. Orsøkin er, at ein stórur partur av fólkinum er í arbeiðsførum aldri.
Eydnast tað londunum at gera sær dælt av møguleikanum, fara milliardir av fólkum at gerast ríkari og nýtslan verður størri.
Sambært Ilya Kashnitsky er demografiin longu farin at broyta seg í londunum sunnan fyri Sahara.
– Deyðstíttleikin er minkandi. Talið av føddum hevur enn ikki tilpassað seg fallandi deyðstíttleikanum, men tað verður helst í komandi árum, sigur hann.
Heimsins fólkatal fer helst at vaksa til 9,7 milliardir fólk í 2050. ST væntar tó, at talið av fólkum á jørðini fer at javna seg á 10,4 milliardum í 2080.
Orsøkin til, at fólkatalið ikki fer at halda fram við at vaksa í framtíðini er, sambært Ilya Kashnitsky, at fólk so hvørt sum lívsumstøðurnar verða betri, fáa færri børn.
/ritzau/
Í dag fara vit upp um átta milliardir Í dag fara vit upp um átta milliardir
Í dag fer heimsins fólkatal upp um átta milliardir. Tað vísir framskriving hjá ST
Eirikur Lindenskov
15. november 2022 kl. 07:58
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
2. november kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
2. november kl. 17:48
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Ísland setur upp radarar, sum finna skip uttan AIS
3 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein
Fróði vil flyta 170 milliónir úr fyrisiting til vælferð
10 minuttir síðan
Tíðindi
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
31 minuttir síðan
Tíðindi
Tríggir bilførarar fingu klipp við skúlan við Gøtugjógv
47 minuttir síðan
Tíðindi
Løgreglan legði upp í ófrið í Havn
1 tími síðan
Tíðindi
Føroysk skip fáa meira av íslendskari sild
1 tími síðan
Tíðindi
Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap
2 tímar síðan
Tíðindi
Vænta nakað av útróðri teir næstu dagarnar
2 tímar síðan
Tíðindi
Tveir bilførarar tiknir fyri illgruna um rúsdrekkakoyring
2 tímar síðan
Tíðindi
Tveir ungir bilførarar fingu koyribann í gjárkvøldið
3 tímar síðan
Tíðindi
Á valdegnum deila tey hundamyndir heldur enn politikk
5 tímar síðan
Fótbóltur
Skráin fyri VFF Cup 2027 er løgd
6 tímar síðan