info
Ongi úrslit

Í næstu viku fellur avgerðin um vit skulu banna springaradrápi

Málið er nú klárt at leggja fyri landsstýrisfund, sigur løgmaður

Áki Bertholdsen
10. februar 2022 kl. 09:59

Í næstu viku fellur avgerðin um vit banna springaradrápi í Føroyum, ella um vit framhaldandi skulu drepa springara. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at spurningurin um springaradráp í Føroyum hevur verið til viðgerar líka síðani tað tiltikna springaradrápið á Skálafjørðinum tann 12. september í fjør.

Tað springaradrápið elvdi til eitt ramaskríggj úti í stóru verð og tað vóru eisini viðskiftafólk, sum góvust at keypa okkara útflutningsvørur.  Og í gjár mælti Havbúnaðarfelagið til, at vit seta bann fyri at drepa springara, tí avleiðingarnar av at halda fram, eru rættiliga stórir fyri føroyskan útflutning, eitt nú av alifiski. Tey siga, at tað eru viðskiftafólk, sum hava keypt alilaks úr Føroyum, men sum nú ikki vilja hava okkara vørur longur, tí tey vilja ikki verða sett í samband við eitt land, sum drepur springara.

Les meiri um tað her: Føroyska alivinnan vil hava bann fyri springaradrápi

Beint eftir springaradrápið á Skálafjørðinum, var løgmaður skjótur at boða frá, at spurningurin fer at verða tikin upp til politiska viðgerð. Men fyri tað um einki hevur verið at frætt síðani, merkir tað ikki, at málið er slept. Tvørtur ímóti sigur løgmaður, at tey hava arbeitt við tí alla tíðina og at tey í roynd og veru hava havt eina rættiliga umfatandi viðgerð.

­­– Tá ið eg boðaði frá, at eg fór at taka málið upp, kyrraði tað fólk úti í heimi og tað keypti okkum tíð til at viðgera málið nágreiniliga, sigur løgmaður. Hann sigur, at hesa tíðina hevur landsstýrið havt fund við allar partar, bæði alivinnuna ,fiskivinnuna, uppsjóvarfinnuna, uttanríkisráðið, ferðavinnuna, Grindamamenn, sýslumenn, djóralækna, lívfrøðingar, og onnur, sum hava nakað við málið at gera.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at nú er málið komið so langt, at tað er klárt at leggja fyri landsstýrisfund í næstu viku. Hann sigur, at tá fer landsstýrið at viðgera eitt upprit frá honum um springaradráp.

Hann vil ikki siga, hvat stendur í uppritinum, men hann sigur, at spennið er rættiliga vítt og áhugamálini eru ymisk. Møguleikarnir eru ymiskir. Vit kunnu halda fram sum nú, vit kunnu banna springaradrápi, ella vit kunnu halda fram at drepa springara, men undir viðurskiftum, sum eru betri skipað enn nú, ella undir ávísum treytum.

– Vit skulu hugsa um eina heildarmynd, tí vit skulu øll vera her. Vit hava altíð tilskilað okkum rætt til at at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt, men hinvegin noyðast vit eisini at hugsa um okkara útflutningsvinnu, tí tað er tað, vit liva av. Tí verður tað neyðugt, at vit skipa okkum soleiðis, at vit sleppa av við okkara útflutningsvørur, og tað merkir, at vit skulu finna eina loysn, sum allir partar kunnu liva við, sigur løgmaður.   

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

10 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

20 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

1 minuttur síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

51 minuttir síðan
Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

1 tími síðan
Tíðindi

Ukraina sigur seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør

1 tími síðan
Tíðindi

At spæla við eld

2 tímar síðan
Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

3 tímar síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

4 tímar síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

4 tímar síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

4 tímar síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

5 tímar síðan
Tíðindi

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

5 tímar síðan