Ein sorgargonga fyri dripna Hamas-leiðaranum, Ismail Haniyeh, er í dag í høvuðsstaðnum í Iran, Teheran, áðrenn Haniyeh skal jarðast í Katar fríggjadagin.
Ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, stendur á odda fyri bønini fyri Haniyeh, eftir at hann fyrr lovaði eina "harða revsing" fyri drápið av Hamas-leiðaranum.
Sambært tíðindamanninum hjá AFP ganga túsundtals syrgjandi í miðbýnum í Teheran. Fleiri ganga við plakatum av Hamas-leiðaranum.
Iranska statssjónvarpið vísir kistuna hjá Haniyeh og kistuna hjá einum lívverja, sum er klødd við palestinskum flaggi, meðan fleiri leiðandi iransk embætisfólk eru við til hátíðarhaldið fyri teimum báðum.
Í gjár varð kunngjørt, at Haniyeh varð dripin, tað gjørdu bæði Hamas og kollveltingarverjan í Iran.
Seinni varð boðað frá, at Hamas-leiðarin varð dripin í einum álopi klokkan 2:00 á staðnum í iranska høvuðsstaðnum, har hann búði.
Nakrar tímar frammanundan var boðað frá, at yvirherleiðarin hjá Hizbollah, Fuad Shukr, sum stóð fyri virkseminum hjá bólkinum í Suðurlibanon, varð dripin í einum ísraelskum álopi.
Ísrael vil ikki gera viðmerkingar til álopið í Teheran.
Í røðu fyri fjøldini í dag segði konservativi tjóðartingsformaðurin í Iran, Mohammad Bagher Ghalibaf, at Iran "avgjørt fer at fremja boðini hjá hægsta leiðaranum". Ayatollah Ali Khamenei hevur lovað at hevna drápið.
- Tað er okkara skylda at svara aftur til røttu tíð og á rættu stað, sigur tingsformaðurin.
Ein fjøld rópar:
- Deyðin yvir Ísrael, deyðin yvir Amerika!
/ritzau/AFP