Annan dystin á rað í bestu svensku hondbóltsdeildini leiktu landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelgarnir í Skövde á útivølli javnt 29-29.
Hesaferð var talan um dyst á útivølli móti Helsingborg.
Tá 10 sekund vóru eftir av dystinum javnaði Jonas Kruse Kristensen fyri Skövde til endaligu støðuna 29-29. Í steðginum var Skövde á odda 16-14.
Pauli bjargaði 11 av 40 málroyndum. Harímillum var ein brotskastsbjarging. Pauli legði eisini upp til eitt mál.
Skövde hevur fýra stig fyri fýra teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Í annaðkvøld klokkan 19 tekur liðið hjá Leivi Mortensen og Tróndi Mikkelsen, HF Karlskrona móti Lugi í Brinova Arena.
Týskvøldið klokkan 18 hevur Skövde dyst á heimavølli móti AMO.