Aloma Davidsen
*02.10.1951 -
in memoriam
Aloma vár vina og vina við fleir,
nú fórt tú ta seinastu ferð,
nú dagar við dugnað tú átti ei meir,
og liðugt var lív títt í góðsku og gerð.
-----
Við takk fyri løtur, tú gávumild gav,
tá vit vóru saman í vási,
tú vinarband vakurt ímillum oss vav
bæði gerandisdag og í stási.
Tú hjartalag hevði til ein og til øll,
tú hjálpsemi hevði í hondum,
títt sinnalag rakk, sum tann hvítasta mjøll,
til vin hvønn í truplastu bondum.
Við tøkk fyri ár, sum saman oss vav,
for gleðistundirnar góðar,
har blíðskapur tín ímóti oss gav
so mangar stundirnar fróar.
Aloma vit takka tær fyri hvønn dag,
tú vart fyri okkum á foldum,
og syrgja, nú sóttin teg tók avstað
til seinastu hvíld undir moldum.
------
Til tykkum sum mistu Alomu og meir,
vit syrgja við tykkum um missin,
men í henni eiga tit minnir enn fleir,
sum troyst tykkum eru um lissin.
Unna & Petur Martin