Kristina Petersen, Frida Kunoy, Gunnvá Vang, Sólbrún Eklund og Kartni Ravnsfjall hava øll starvast millum 20 og 40 ár.
Elsa Berg, borgarstjóri hugleiddi um stóra týdningin, ið hesi fimm hava havt við at menna býarbókasavnið til tað fantastiska bókasavn, ið vit hava í dag. Eitt bókasavn, sum er innbjóðandi og hugnaligt. Har øll kunnu kenna seg vælkomin, óansæð um tey skulu lána eina bók, eina borimaskinu, lesa bløð, hoyra fyrilestrar, vitja spælistovuna ella bara seta seg við einum kaffimunni.
Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru fleiri myndir at síggja.