info
Ongi úrslit

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

Dagfinn Olsen
15. oktober 2026 kl. 21:10

Í sambandi við at tað her í oktober mánaða er eitt ár síðani áhugafelagið Føroyingar fyri friði formliga varð sett á stovn á aðalfundi í MEGD húsinum, vilja vit við hesari yvirlýsing heita á politiska myndugleikan í ríkisfelagsskapinum – Løgting og Landsstýri, Fólkating og stjórnina í Danmark, Inatsisartut og grønlendsku stjórnina Naalakkersuisut, um at raðfesta eina friðarmentan heldur enn eina krígsmentan.

Síðani friðarrørslan fór í holt við friðartiltøkini í 2024 mugu vit tíverri staðfesta, at hervaldsgeringin av teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum – Føroyar, Danmark og Grønland – er økt munandi.

Her um okkara leiðir síggjast dagliga fremmand hernaðarfør, og nýliga varð stór hernaðarvenjing hildin í Vestmanna. Í Danmark er loyvi aftur givið til at framleiða lóður til krígsídnaðin, og USA hevur fingið loyvi til at brúka danskar hernaðarstøðir. Í Grønlandi fer USA eftir ætlan at byggja tvær nýggjar hernaðarstøðir grundað á avtaluna við Kongsríki Danmarkar, sum varð undirritað í New York í farna mánaða.

Friðarrørslan harmast rákið móti eini krígsmentan heldur enn eini friðarmentan, har tey ráðandi í dag raðfesta vápnadubbing og eini hernaðargerð av samfelagsligum viðurskiftum. Sum vit áður hava víst á, so er vandin fyri brúk av kjarnorkuvápnum øktur munandi seinastu tíðina orsakað av spentu geopolitisku støðuni.

Samtíðis er inflatiónin økt, sum er ein avleiðing av hægri oljuprísum í sambandi við stríðið í Miðeystri. Økt inflatión og rentur rakar livistøði hjá fólki neiliga.  

Krígsmentanin verður væl stuðla av polariseraðum orðaleiki frá fleiri av teimum ráðandi við fígginda- heldur enn vinamyndum.

Friðarrørslan tekur frástøðu frá kríggi, yvirgangi og ólógligum innrásum í onnur lond. Kríggj hava oftani við sær fremjan av krígsbrotsverkum.

Føroyar, Danmark og Grønland hava eina rødd altjóða bæði í Norðurlandaráðnum, Útnorðurráðnum, Arktiska Ráðnum, NATO, ES og í ST høpi. Tí hava vit áður í skrivum mælt landsstýrinum til at skipa eina friðarskrivstovu, sum kann arbeiða við diplomatiskum loysnum, forstáilsi fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum og spurningum við atliti at javnstøðu og vápna-avdubbing.

Ein friðarskrivstova er kanska ikki vanlig at skipa, men ein tílík er ikki ókend úti í heimi. Til dømis hava bæði Kosta Rika og Etiopia stovnað friðarskrivstovur. Men longu í 1963 hevði fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Harold Wilson, í uppskoti at stovnað eitt aðalráð fyri avdubbing.  

Hóast friðarhugsjónin er gomul, og ST síðani seinna veraldarbardaga hevur arbeitt fyri friði og trygd millum heimsins lond, so var tað ikki fyrrenn aftaná Kalda Kríggið, at friðarmentanin veruliga bleiv ein sameindur partur av visjón og strategi hjá ST og tess stovni fyri undirvísing, gransking og mentan, UNESCO. Friðarmentanarhugtakið varð ment á friðarráðstevnu, sum UNESCO skipaði fyri í Yamoussoukro, høvuðsstaðurin í Fílabeinsstrondini.

Friðarmentanarhugtakið verður allýst á henda hátt:

“eitt sett av virðum, sjónarmiðum, siðvenjum, vanum og liviháttum grundað á, at hava virðing fyri øllum livandi og at menna forstáilsi, tolsemi og samhuga fyri øllum sivilisatiónum, fólkum og mentanum við støði í grundreglunum um frælsi, rættvísi og fólkaræði.”     

Á ársaðalfundi hjá ST í farna mánaða, har fleiri av heimsins leiðarum høvdu orðið, og har eisini umboð fyri politisku myndugleikarnar í ríkisfelagsskapinum vóru til staðar, staðfesti aðalskrivarin, António Guterres, millum annað soljóðandi:

“Military power alone cannot secure peace”

Friðarrørslan vil tí heita á politisku myndugleikarnar í Føroyum, Danmark og í Grønlandi um at raðfesta friðarmentanina, tí hon fyribyrgir kríggj, yvirgang og ólógligar innrásir í onnur lond. Harumframt – og sum tað týdningarmesta – so bjargar friðarmentanin menniskjalívum.

Eitt ár aftaná stovnanina eru vit 30 limir í friðarrørsluni, og fegnast vit um teir góðu limir vit hava. Tað hevur verið góð uppmøting til tey friðartiltøk, ið hava verið fyriskipaði seinastu tvey árini. Við enn fleiri limum fær friðarmentanin og friðarboðskapurin vónandi eina enn størri raðfesting hjá politiska myndugleikanum í ríkisfelagsskapinum.

Fólk eru tí vælkomin, at tilmelda seg sum lim í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði við at gjalda kr. 100,- árliga fyri einstaklingar og kr. 200,- fyri felagsskapir, feløg, fyritøkur og kommunur inn á kontu 9865-3372086. Tað er eisini møguligt, at stuðla friðarrørsluni við øðrum upphæddum, enn teimum nevndu.

 

Tórshavn, 15. oktober 2026

 

Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

 

Henrik Weihe Joensen, forfólk                                           Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk   

Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur                   Petur Asano, nevndarlimur

Ólavur Weihe Joensen, skrivari

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

8 minuttir síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

28 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

3 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

3 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

4 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

4 tímar síðan