Seinni árini, síðani 2014, hevur verið vanligt at brenna jóansøkubál á ársins longsta degi í sonevnda Tríkantinum í Vági.
Soleiðis var eisini í ár.
Byrjað varð við felagssangi og síðani helt Ingi Poulsen røðu.
Eftir hetta varð fest í jóansøkubálið, og síðani bjóðaði Vágs kommuna kakao og bollar.