Fyrrverandi løgmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen, sum sjálvur hevur skerdan førleika og situr í koyristóli, er formaður í áhugafelagnum Koyristólur – skerdur førleiki.
Hann hevur nú vent sær til Heilsutrygd við einum ítøkiligum spurningi um atkomuviðurskiftini á kommunulæknaviðtalunum kring landið.
– Eg vil sum formaður fyri áhugafelagið Koyristólur – skerdur førleiki spyrja, um allar kommunulæknaviðtalur í Føroyum hava nøktandi atkomumøguleikar, ella sagt á annan hátt: Sleppa okkara limir á WC, um tey vitja sín kommunulækna, spyr Kaj Leo Holm Johannesen.
Spurningurin er nú sendur Heilsutrygd.










