info
Ongi úrslit

Kamala Harris við propalestinskar áhoyrarar: – Nú eri tað eg sum havi orðið!

Hon fær bæði rís og rós fyri handfaringina

Tór Marni Weihe
9. august 2024 kl. 10:07

Kamala Harris er komin í eitt lítið politiskt ódnaðarveður eftir ein valfund í ‘motorbýnum’ Detroit í statinum Michigan. Heilt fitt av propalestinskum áhoyrarum vórður møttir á fundinum, og í fleiri umførum órógvaðu hesir fundin. At enda tímdi Kamala Harris ikki longri, og setti órógvandi áhoyrararnar meiri ella minni upp á pláss:

– Um tit vilja hava Donald Trump afturvaldan í november, so er bara siga tað. Annars eri tað eg, sum havi orðið nú!

Svarið hjá Harris hevur tó elvt til orðaskifti. Summir demokratiskir veljarar rósa Harris fyri góða og kontanta handfaring av órógvandi áhoyrararum, meðan aðrir finnast at og vísa á, at veljarar hava rætt til at draga síni politisku umboð til svars fyri teirra politikk.

Rættiliga nógvir arabiskir amerikanarar búgva í statinum í Michigan – herundir eisini heilt nógvir palestinskir amerikanarar. Í býnum Dearborn, sum hevur einar 110.000 íbúgvar, er meirilutin av íbúgvunum av arabiskum uppruna, og størsta moskan í Norðuramerika og arabiskt-amerikanska tjóðsavnið liggja í býnum.

Á undanvalinum í marts í ár vann Joe Biden sannførandi Michigan við 81,1% av atkvøðunum, men 13,2% av demokratisku veljarunum valdu at atkvøða blankt á undanvalinum. Eygleiðarar hava víst á, at orsøkin helst er, at fleiri veljarar eru ónøgdir við stuðulin, sum Joe Biden hevur sýnt Ísrael eftir yvirgangsálopið hjá Hamas 7. oktober í fjør, og tað eftirfylgjandi ísraelsku herferðina móti Gaza.

Á forsetavalinum í 2020 vann Joe Biden Michigan við 50,62% av atkvøðunum móti 47,84% til Trump, og vann teir 16 valmennirnar, sum staturin tillutar. Eygleiðarar meta, at tað verður avgerandi fyri, hvør verður valdur forseti í USA í november.

Sambært kanningarstovuni FiveThirtyEight, so vísa veljarakanningar í Michigan, at Kamala Harris ein lítlan fyrimun á 2% móti Donald Trump.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

0 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

30 minuttir síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

53 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

1 tími síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

3 tímar síðan