info
Ongi úrslit

Kitty May út og Regin Hammer inn

Regin Hammer er nýggjur formaður í P/F Vága Floghavn eftir Kitty May Ellefsen, sum ikki varð afturvald á aðalfundinum í dag.

Eirikur Lindenskov
30. apríl 2019 kl. 22:08
Rættilig útskifting var í nevndini í Vága Floghavn, sum hevur havt aðalfund í dag. Tíggir av nevndarlimunum vórðu ikki afturvaldir, harímillum forkvinnan Kitty May Ellefsen. Hinir báðir nevndarlimirnir, sum ikki vórðu afturvaldir vóru Jóhan í Niðristovu og Uni Danielsen. Kitty May Ellefsen og Johan í Niðristovu hava sitið í nevndini í 12 ár. Uni Danielsen hevur sitið í nevndini seinastu 5 árini. Í teirra stað eru vald Regin D. Hammer, Jógvan Páll Lassen og Gunn Møller. Eftir fundin hevur nevndin skipað seg við Regini D. Hammer sum formanni. Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivar, at ferðafólkatalið í Vága Floghavn setti aftur met í 2018, tá ið 377.813 ferðafólk ferðaðust um flogvøllin. Hetta er ein framgongd í mun til 2017 upp á 10,7% ella 36.425 ferðafólk fleiri. Arbeitt verður alla tíðina við tillagingum, soleiðis at flogvøllurin, farstøðin og tænastubygningarnir lúka tey krøv, sum ferðafólk seta. Harumframt verður hugt eftir møguleikunum at betra enn meira um reglusemið á flogvøllinum. Bruttoúrslitið fyri 2018 er 35.073.000 kr. ímóti 39.276.000 kr í 2017. Úrslitið eftir skatt er eitt yvirskot upp á 5,3 mió kr. ímóti góðum 9 mió kr. í 2017. Orsøkin til lækkingina er serliga avskrivingar, sum eru øktar við 2,2 mió. kr. samanborið við 2017.
Myndin er ikki tøk
Nevndin í Vága Floghavn er nú hendan: Regin D. Hammer, formaður Jógvan Páll Lassen, nevndarlimur, Gunn Møller, nevndarlimur Oddbjørg Højgaard, nevndarlimur Sámal Birgir Johansen, starvsfólkaumboð Tórstein á Steig, starvsfólkaumboð. Stjóri í Vága Floghavn er Gudny Langgaard.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skulu klippa 629 nummarplátur

16 minuttir síðan
Hondbóltur

EM-mótstøðuliðini hjá Føroyum spældu venjingardystir í farnu viku

1 tími síðan
Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

8 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

9 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

9 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

9 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

10 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

11 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

11 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

11 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

11 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

12 tímar síðan