info
Ongi úrslit

Korona setur trýst á Klaksvíkar sjúkhús í dag

130 kanningar eru gjørdar í dag. 130 kanningar er nógv, so nú hava vit sett eykaarbeiðsmegi inn, sigur Alexandra á Dul, stjóri í Klaksvíkar sjúkhúsi

Pætur Hjalmar Evensson
5. august 2020 kl. 10:34
Í Klaksvíkar sjúkhúsi hava tey eins og í Havn úr at gera við koronakanningum í morgun.  – Fólk hava ringt inn bæði í gjárkvøldið til 1870 og í morgun. Seinast vit hoyrdu, vóru 130 kanningar gjørdar í dag. 130 kanningar er nógv, so nú hava vit sett eykaarbeiðsmegi inn, sigur Alexandra á Dul, stjóri í Klaksvíkar sjúkhúsi. – Hvat talið endar við, tá dagurin er upprunin, tori eg ikki at spáða um, sigur hon. Alexandra á Dul sigur, at fólk taka tað róligt, og starvsfólkini duga væl at handfara støðuna. – Um tað eru tvey starvsfólk til arbeiðis í senn, klára tey at poda 50 um tíman. So tað gongur skjótt, og fólk biða ikki. Men vit mugu seta eyka inn, og vit poda so leingi fólk standa og bíða, sigur hon. Hon sigur, at orsøkin til nógvu kanningarnar óivað kemur frá tíðindunum í gjár um nýggju koronatilburðirnir. – Tað hevur sjálvandi sína ávirkan og gevur ringar í vatninum. At korona er komið aftur til Føroya setur síni spor, og tað merkja vit væl í sjúkhúsverkinum, sigur Alexandra á Dul. Hon kemur til síðst við einari vælmeintari áheitan til allar borgarar, sum ætla at lata seg kanna í Klaksvík: – Komið ikki inn á sjúkhúsið, men farið inn á kanningarmiðstøðina omanfyri sjúkrahúsið á Víkavegnum. Summi fólk vita ikki, hvar tey skulu møta, og so spyrja tey í móttøkuni. Men vit vilja jú við koronafyrivarni ikki hava fólk inn har, sigur hon.
Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

36 minuttir síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

45 minuttir síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

1 tími síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

1 tími síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

1 tími síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

2 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vitjar Stórtingið

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú er nýtt etiskt ráð farið til verka

4 tímar síðan
Tíðindi

Minnisvarðin skal gerast lættari atkomuligur

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil lata lág­inn­tøku­húskj­um 5.000 krónur aftrat

6 tímar síðan